Heilsurenning
Sigast kann ikki annað enn at fyrsta fólkaheilsurenningin í Vági í vetur, fekk stak góða undirtøku.
Eini 55 fólk vóru farin av húsum og tað er rættiliga nógv, tá ið hugsað verður um fólkatalið.
Í fólkaheilsurenningini í Havn vóru útvið 600 fólk, so eftir fólkatalinum var undirtøkan í Vági væl betri.
Nú skal eisini sigast, at veðrið var av tí besta og tað hevur helst ikki minkað um áhugan.
Og tað var ein fjølbroytt fjøld sum legði frá landi á Kunningarstovuni í Vági klokkan 19 mikukvøldið og helt vestur ígjøgnum bygdina.
Har vóru ommur og abbar, foreldrur við børnum og barnavognum ungfólk og enntá ein hundur, var eisini við.
Tey flestu gingu, onkur rann og nøkur súkklaðu.
Tað var týðiligt, at fólk hugnaðu sær óført. Har vóru nógv fólk, sum kanska ikki hitttast so oftaog tey nýttu høvi til at fáa eitt prát
Tey gingu vestur ígjøgnum bygdina, tvørturum sandin, niðan til varda verkstaðin og síðani vestur eftir vegnum, framvið Vatninum og vestur á Eiði og so heimaftur.
Undan túrinum, greiddi Sirið Stenberg, heilsufrøðingur heilt stutt frá, hvussu umráðandi tað er at røra seg.
Hon visti at siga, tann, sum rørir seg hvønn dag, kann vænta at fáa 10 góð ár eyka í lívinum. Umframt at liva betri, eru tey seinastu árini hjá teinum, sum røra seg, eisini merkt av, at tey liva nógv betri tey seinastu árini enn tey óvirknu gera.
Og tað skal ikki øll verðin til. Einar 20 minuttir um dagin av likamsrørslu er nóg mikið.
Somuleiðis nevndi hon, hvussu umráðandi tað er at eta nógv grønt, at halda seg frá tubakki og at vera varin við sterkum løgi.
Hetta slagið av fólkaheilsurenning, er eitt tiltak, sum Kunningarstovan í Vági fer at skipa fyri hvørja viku fram til jóla.
Endamálið er at ger likamliga rørslu til ein fastan tátt í gerandisdegnum.
Hvørt mikukvøld klokkan sjey verður sostatt skipa fyri útferð av Kunningarstovuni í Vági, har fólk kunnu ganga, renna ella súkkla, hvat ið nú teimum dámar best. Tað verður bara farið innanbíggja í Vági, so tað skal nógv til, áðrenn túrurin verður avlýstur fyri veður.
Men hvønn leygardag klokkan 14, verða grindabátarnir flotaðir og tá fer at bera til hjá ungum sum gomlum, konufólki og mannfólki, at royna seg við ár í hendi. Men tá verða veður og vindur avgerðandi fyri, um farið verður, hvagar farið verður og hvussu langur túrurin verður.
Á Johannustevnuni í Vàgi leygadagin verða teir flotaðir fyrstu ferð.
Harafturat verður skipað fyri longri gongutúri eftir varðagøtunum eina ferð um mánaðin.Alt hetta verður lýst seinni.
Tað er ókeypis at vera við í hesum fólkaheilsutiltakinum í Vági.