Eydnan var ikki við B36

Eftir eina ræðuliga byrjan upp á dystin kom B36 veruliga fyri seg í UEFA-Cup dystinum ímóti lettiska Metalurgs, og við eitt sindur av hepni var framvegis spenningur undan returdystinum.

Tað ráddi um hjá áskoðarunum til dystin millum B36 og Metalurgs á Tórsvølli hóskvøldið, at teir komu til tíðina. Teir áskoðarar, ið vóru eitt sindur seinkaðir til dystin, sóu allarhelst ikki tvey mál, tí lettiska liðið gjørdi skjótt av.

Fýra dýrir minuttir
Tað var ikki frítt, at fólk ikki trúðu sínum egnu eygum, tá ið Metalurgs fekk fyrsta málið. Dysturin var settur í gongd, og tá ið bólturin verður sendur oman í brotsteigin hjá B36, fær verjan hjá havnarfelagnum ikki sparkað bóltin nóg væl burtur. Ein letti fangar bóltin stutt uttan fyri brotsteigin hjá B36, og eftir eitt sindur av trunkaspæli, endar bólturin hjá Gvyldis, sum sendir hann í netið, og so var 1-0, og einans 15 sekund vóru farin av dystinum!
Hetta var ikki júst tað, sum heimaliðið hevði ætlað, og fyri at gera ilt verri, gekk tað aftur galið bert tríggjar minuttir seinni. Ein tann mest eyðsýndi leikarin á liðnum hjá Metalurgs, Viktor Dobrecovs, slapp at renna allan vegin oman ímóti brotsteiginum hjá B36, uttan at nakar verjuleikari leyp í hann. Komin áraka brotsteigarmarkið meddaði Dobrecovs til, og bólturin sat í netinum aftan fyri Trónd Vatnhamar. 2-0 til lettiska liðið, og klokkan vísti, at einans tríggir minuttir og fimti sekund vóru leikt av dystinum.
Hetta var tann ringasta byrjanin upp á dystin, ið hugsast kundi. Tó eiga leikararnir hjá B36 rós uppiborið, tí at teir fullu ikki í fátt av støðuni, og so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, kom heimaliðið meiri og meiri við í dystin. Spælið hjá B36 hekk betur saman, og menn byrjaðu at finna hvønn annan á vøllinum. Enn vantaði tó tann síðsta avleveringin, sum kundi skapa veruligar málmøguleikar, men sjálvsálitið hjá heimaliðnum vaks, og tað sást týðuligani aftur úti á vøllinum.

Ivasamar dómaraavgerðir
Vertirnir úr Havn høvdu sína fyrstu veruligu roynd upp á lettiska málið, tá ið góðir 20 minuttir vóru leiktir. Tað var liðskiparin, John Petersen, sum royndi seg við einum skoti úr 18 metrum, sum lettiski málmaðurin tó hevði fult tamarhald á. Tíggju minuttir seinni var nær við, at Metalurgs økti um leiðsluna, men Tróndur bjargaði væl, tá ið skallað var eftir hornaspark.
Tá ið 33 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, vildu leikararnir hjá B36 hava brotsspark. Ein bóltur kom inn í brotsteigin hjá Metalurgs, og John Petersen fór um koll. Tað líktist einum upplagdum brotssparki, men írski dómarin lat ikki við seg koma. Dómarin lat heldur ikki við seg koma fimm minuttir fyri steðgin, tá ið Bergur Midjord slapp inn um verjuna hjá lettunum. Komin framvið seinasta verjuleikaranum sást skilliga, at Bergur bleiv togaður niður av verjuleikaranum, men ístaðin gav írski dómarin Bergi gula kortið fyri film. Her hevði heimaliðið uppiborið betur.
Bergur var aftur í fokus ein minutt fyri steðgin, men hesaferð gekst betur. B36 fekk innkast í vinstru síðu, og John Petersen gjørdi skjótt av og kastaði frameftir. Bergur fekk bóltin inni í brotsteiginum hjá lettunum, og hann snýtti ein verjuleikara, áðrenn hann skeyt bóltin í netið umvegis nærmastu stong. So var 1-2, og málið hjá B36 kom í best hugsandi løtu.

B36 trýsti
Eftir steðgin royndu vertirnir úr B36 at leggja trýst á lettiska málið, og tað eydnaðist teimum eisini í ein ávísan mun. Lettarnir vóru tó ikki heilt vandaleysir, og millum annað noyddist Ronnie Samuelsen at bjarga á sjálvari málstrikuni bara fýra minuttir eftir steðgin.
Hóast fleiri atsóknir á lettiska málið, bragdaði tað ikki hjá B36, og ístaðin vóru tað gestirnir úr Metalurgs, ið enn einaferð komu á máltalvuna. Tað sá út til, at Bergur Midjord bleiv rendur um koll áraka brotsteigarmarkið hjá Metalurgs, men enn einaferð lat írski dómarin ikki við seg koma, og ístaðin fóru lettar í skjótálop. Viktor Dobracovs bleiv spældur fríur innan fyri verjuna hjá B36, og tá ið linjuverjin, sum hevði flaggið uppi, valdi at koyra tað niður aftur, var lagamanni hjá Dobracovs at senda framvið Tróndi ímálinum, og lettar vóru nú á odda 3-1, og tað var ikki í tráð við dystargongdina. Heimaliðið var sjálvsagt ikki glaðir fyri avgerðina og fleiri aðrar við, og tað skal sigast, at sjáldan hevur eitt so vánaligt avrik verið at sæð av einum altjóða dómara á einum føroyskum vølli. Írski dómarin var alt annað enn heimadómari, og leikararnir hjá B36 mangan grein í sínum máli, tá ið teir kendu seg snýttar.
Seinastu løtuna av dystinum fór gassið fullkomiliga av ballónini, og leikferðin í dystinum minkaði munandi. Bæði liðini tóktust bara vilja hava tíðina at ganga, og tí komu ikki fleiri mál í dystinum, sum B36 við eitt sindur av hepni og einum betri dómara kundi havt fingið væl meiri burturúr.