Næsta vikuskiftið verður sundalagsstevna hildin í Hósvík.
Tað eru Hósvíkar Róðrarfelag og bygdafelagið Varðin, sum saman við eldsálum í bygdini skipa fyri.
- Skráin fyri sundalagsstevnu í ár er fjølbroytt og hevur nógv at bjóða bæði innan ítrótt, mentan og undirhald.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
- Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini týsdagin hin 14. juli, og síðan verður mangt og hvat ígjøgnum alla vikuna.
Fríggjadagin hin 17. juli klokkan 17 fer Eyðstein Zachariasen at halda røðu og seta sundalagsstevnu.
##med2##
FM-kappróður verður leygardagin klokkan 15, og sama dag verður eisini ymiskt fyri bæði børnum og vaksnum - á havnalagnum og heimi í bygdini.
Í Sunda kommunu takka tey fyrireikarunum fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eina hugnaliga viku.
Skráin fyri stevnuna kann lesast um heimasíðuna hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo, og kommunan bjóðar øllum vælkomnum á stevnu í Hósvík.












