Senegal gevur landsliðsvenjaranum sekkin eftir HM-exit

Senegal hevur sagt landsliðsvenjaranum Pape Thiaw og øllum venjaratoyminum úr starvi eftir HM-endaspælið.

Pape Thiaw hevur mist starvið sum landsliðsvenjari hjá Senegal eftir, at liðið varð útsligið í 16-finaluni í HM. Mynd: Lee Smith/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað boðar senegalska fótbóltssambandið frá á Instagram.

45 ára gamli Pape Thiaw førdi Senegal víðari úr bólkaspælinum, hóast tap fyri Fraklandi og Noregi. Senegal vann síðani 5–0 á Irak, men tapti 2–3 eftir longda leiktíð fyri Belgia í 16-finaluni.

Úrslitið livdi ikki upp til væntingarnar. Tað serliga eftir, at Senegal fyrr í ár vann afrikanska meistaraheitið, Africa Cup of Nations.

Thiaw vakti tá stóran ans, tá hann bað spælararnar fara av vøllinum í mótmæli móti einum dømdum brotssparki. Seinni varð meistaraheitið tillutað Marokko.

Pape Thiaw er enn ein í røðini av landsliðsvenjarum, sum eru farnir úr starvi eftir HM-endaspælið. Millum hini eru Julian Nagelsmann (Týskland), Ronald Koeman (Niðurlond), Roberto Martinez (Portugal), Zlatko Dalic (Kroatia) og Javier Aguirre (Meksiko).

 

 

 

Pape Thiaw hevur mist starvið sum landsliðsvenjari hjá Senegal eftir, at liðið varð útsligið í 16-finaluni í HM. Mynd: Lee Smith/Reuters/Ritzau Scanpix