KÍ hevur nú slag í slag koppa báðum høvuðstaðarliðunum við 1-0 sigrum. Í báðum dystunum hava høvuðstaðarliðini hildið seg hava uppiborið betur, men máltalvan lýgur ikki, og í dag søkti KÍ javnaldran HB við einum 1-0 heimasigri.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein er nøgdur um enn ein væl disiplinerað avrik hjá sínum liði. Hann fegnast serliga um, at verjan hjá KÍ stendur so sterk.
Eyðun heldur at spæla ímóti HB er, sum at spæla ímóti einum landsliði, tí liðið hevur so nógvar góðar spælarar úr øllum landinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Eyðun Klakstein úr sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.