Eyðun & Terji & Kim á Summar Festival

Tað verður ein hittparada, tá ið Eyðun, Terji & Kim taka tjaldpallin á Summar Festivalinum.

Teir hava sungið nøkur av størstu popphittunum í Føroyum í nýggjari tíð. Teir eru framúr sum sangarar og tónleikarar, og teir duga sum fá at fáa áhoyrarafjøldina við sær. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen hava í ár eina náttarframførslu í Tele tjaldinum, og tá kunnu fólk rokna við at hoyra sangir sum 80’ini, Mítt Land, Flýggi til tónleikin, Maria, Nummar, Eros og fleiri.


Tað verður ein hittparada av teimum stórur, tá ið Eyðun, Terji & Kim taka tjaldpallin á Summar Festivalinum