Eygnamálið

Hvat er sannleikin um broytingina av at skatta eftirlønir?
Landsstýrismaðurin hevur aftur og aftur sagt, at tað er eingin munur á at skatta eftirlønir við inngjald og við útgjald.
Sigur landsstýrismaðurin sannleikan?
Búskaparráðið skrivar í seinastu frágreiðing síni, at skatturin á persónliga arbeiðsinntøku er lækkaður munandi við skattastiganum galdandi frá 2012. Búskaparráðið vísir á, at skatturin á arbeiðsinntøku er nú ájavnur við ella lægri enn skatturin á arbeiðsinntøku í grannalodnunum. Men, broytingin í skattastiganum varð ikki fíggjað við at hækka aðrar inntøkur í almenna geiranum.
Búskaparráðið ger vart við, at skattainntøkurnar eru framfluttar úr framtíðini. Hesar skattainntøkurnar minka, sum frálíður, tá ið landskassin bara fær skattin frá inngjøldum til eftirlønir. Skattainntøkurnar hjá kommununum minka eisini, sum frá líður, tá ið tær ikki longur fáa skattainntøkur frá útgoldnum eftirlønum.
Niðurstøðan hjá Búskaparráðnum er, at broytingin í skattastiganum er tí grundleggjandi ófíggjað.
Er tað rætt, at eingin munur er á skattinum við inngjald og útgjald?
Sum dømi kunnu vit rokna út, hvussu ein árlig eftirløn á 216.000 kr. verður skattað í ár ávikavist við útgjald og við inngjald.
Fara vit inn á heimasíðuna hjá TAKS kunnu vit roknað skattin út av hesi eftirløn til at verða 69.911 kr. (eftir galdandi skattastiga fyri vanligar A-inntøkur. Um skattastigin fyri 2011 verður brúktur, hevði skatturin verið 71.071 kr.). Samstundis ber til at rokna út, at skatturin við inngjald av somu eftirløn er 40% av 216.000 kr. svarandi til 86.400 kr.
Tað ber til at staðfesta, at skatturin við útgjald er 32,36%, meðan skatturin við inngjald er 40% av hesi inntøku
Er tað rætt, at tað ber til at skatta inngjald til eftirlønir í útlendskar eftirlønarkassar og samstundis syrgja fyri, at hesi inngjøld ikki verða skattað enn einaferð við útgjald?
Rættiliga nógvir føroyingar hava gjørt bindandi avtalur við útlendskar, serliga danskar, eftirlønarkassar um at spara saman til eftirlønir.
Ein umráðandi partur av hesum avtalum er støddin á mánaðarligu ella árligu inngjøldunum. Tað ber sambært galdandi avtalurætt ikki til hjá tí eina partinum at broyta gjørdar avtalur uttan at tað kann fáa óhepnar avleiðingar fyri tann partin, sum misheldur avtaluna.
Skulu hesir føroyingar eisini rinda skatt av inngjøldum, merkir hetta, at allir føroyingarnir koma at mishalda avtalurnar við eftirlønarkassarnar uttan so, at teir hækka avtalaðu inngjøldini við 40%. Tað eru helst fáir føroyingar, sum megna at hækka inngjøldini við 40%. Avleiðingin kann tí verða, at eftirlønarsamansparingin hjá einum stórum parti av føroya fólki, kann fara fyri bakka.
TAKS sigur seg ikki kunna tryggja, at útgjøldini, sum koma úr útlendskum eftirlønarkassum, ikki verða skattað enn eina ferð, hóast skattur er tikin av inngjøldunum í Føroyum. Hetta er nakað útlendski eftirlønarkassin sjálvur skal skipa fyri. Mín spurningur er: Fer tað at bera til hjá hesum parti av okkara landsmonnum at sannføra útlendskar eftirlønarkassar at víkja frá gjørdum avtalum og enntá at brúka tíð og pening uppá at gera serskipanir fyri føroysku kunarnar, so teir ikki verða dupultskattaðir í Føroyum av eftirlønum?
Tað eru nógv onnur ógreið viðurskifti, sum standa ósvarað. Hvat hendir við eftirlønarskattingini t.d., um ein av hesum føroyingum flytir uttanlands at búgva, tá hann er vorðin eftirlønarmóttakari?
Livst so spyrst.