Fyrsta farmaskipið við fleiri hundrað tonskum av tunnilsmaskinum og útgerð til Eysturoyar- og Sandoyartunnilin eru nú á veg við skipi til Føroya. Trý farmaskip skulu næsta mánaðin flyta útgerð at gera tunnilin við til Føroya.
NCC skrivar í tíðindaskrivi í morgun um tunnilsætlanina, at hon hevur eitt samlað virði upp á 2,5 milliardir krónur, og at talan er um tveir tunlar upp á ávikavist 11,2 og 10,5 km.
– Tað eru fleiri tungar maskinur og onnur útgerð, sum verður brúkt til stórar tunnilsætlanir. Her skulu fleiri hundrað tons flytast av maskingoymslum okkara, koyrast og lyftast umborð á farmaskip og samstundis tryggjast á ferðini. Men tað góða samstarvið, vit hava havt við allar partar um flytningina, so hevur alt gingið væl, sigur Rune Vik, leiðari á útgerðadeildiná Maskin & Materiell hjá NCC.
Tilsamans vórðu umleið 700 tons av úterð lastað umborð á farmaskipið Eystnes hjá Smyril Line í havnini í Drammen. Farmaskipið siglir móti Føroyum í loypi av næstu døgunum fyri síðani at verða fermt við 28 bústaðarbarakkum, sum viga 200 tons, í Skien.
NCC greiðir eisini frá, at felagið hevur drúgvar royndir við at byggja tunlar í Føroyum. NCC bygdi fyrst í øldini Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Fleiri av lyklapersónunum, sum arbeiða við hesi verkætlanini, vóru eisini við tá, sigur NCC.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja kykmynd um verkætlanina
Fakta:
EYSTUROYARTUNNILIN
Arbeiðið byrjar á heysti 2016
Byggitíð: 3-4 ár
Tunnilin liðugur: 2019-20
Longd á høvuðstunli: 11.240 metrar
Breidd: 10,5 metrar
Mesta hall: 5%
Lægra punkt: - 187 metrar
Fígging: Tunnilsgjald
SANDOYARTUNNILIN
Arbeiðið byrjar: 2018
Byggitíð: 5 ár
Tunnilin liðugur: 2023
Breidd: 9,5 metrar
Longd á høvuðstunli: 10,9 kilometrar
Mett ferðsla pr. samdøgur: 310 bilar
Mesta hall: 5%
Lægsta punkt frá havbotni: - 155 metrar
Fígging: Tunnilsgjald