Eysturíkskur frímerkjasavnari: Føroyskt frímerki tað vakrasta

Í einum savni, sum telur 50 frímerkjaalbum, sigur eysturríkarin, Rudolf Baeck, at frímerkið hann eigur av einum føroyskum veðrahøvdi, er tað vakrasta, hann eigur. Hann og kona hansara hava júst vitjað í Føroyum

Rudolf Baeck er 77 ára gamal, og hann hevur savnað frímerkir síðani 1952. Hann skrivar saman við øðrum frímerkjasavnarum og býtir um frímerkir við teir. Og var tað soleiðis, hann fekk fatur á fyrsta føroyska frímerkinum.
? Eg skrivi saman við einum dana, og var tað hann, ið sendi mær fyrsta føroyska frímerkið í mínum savni. Hetta frímerkið var av einum føroyskum veðrahøvdi, og dámar mær tað so væl, at í dag sigi eg, at hetta er tað vakrasta frímerkið í mínum savni, sigur Rudolf Baeck.
Áhugin fyri føroyskum frímerkjum vaks støðugt, og síðani 1976 hevur hann lagt tey føroysku frímerkini afturat savni sínum.
? Eg varð so fasineraður av føroyska frímerkinum, og nú fái eg allar frímerkjaútgávurnar, sum Postverk Føroya gevur út.
Hvørt ár á jólum sendir ein kvinna, ið arbeiðir á Postverkinum Rudolf og konu hansara eina jólaheilsan. Rudolf sigur, at hann hevur bæði ferðast í Grønlandi og Íslandi fyrr, men hesuferð gjørdu hann og kona hansara av, at tey skuldu koma til Føroya at hitta fólkini, ið senda frímerkini niður til Eysturíki.
Hugtikin
Í frímerkjaútgávunum, sum Postverkið gevur út, er tekstur at lesa, og soleiðis hevur Rudolf Baeck lært eina rúgvu um Føroyar, tess mentan, søgu, menniskju og náttúru.
? Eg fái nógv burturúr teimum føroysku frímerkjaútgávunum, og eri eg ógvuliga hugtikin av teimum. Føroysku frímerkini eru listarliga rík, og sniðið er gott, bæði útsjóndin og litirnir, greiðir eysturríkski frímerkjasavnarin frá.
Um Føroyar siga Rudolf og konan, Johanna, at tað er eitt undurfult land. Vakurt við vinarligum fólkum og góðum mati. Meðan tey hava verið í Føroyum hava tey verið kring oyggjarnar og eisini ein túrur við Norðlýsinum stóð á longu ferða-skránni.
? Í frímerkjasavninum hjá mær eru 50 album, sum eg havi savnað seinastu 50 árini. Eg veit ikki, hvussu nógv tað er vert, men tað er líkamikið fyri meg. Tað er vinarlagið tú fært við onnur fólk úr øllum Evropa, sum telur, og á henda hátt fært tú nakað heilt annað burturúr enn eitt peningavirði, sigur Rudolf Baeck.
Rudolf og Johanna eru longu farin aftur til Eysturíkis, og sigur hann, at hann fer at halda áfram at savna frímerkir ? eisini tey føroysku.