Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fullfermdir eftir roynd í trý døgn

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum royna eftir gulllaksi, komu inn seinnapartin í gjár, teir eru báðir fullfermdir.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava havt stak góðan fiskiskap, teir royndu bara í 3 døgn, teir hava tilsamans 245 tons.

Eysturbúgvin landar í Runavik og Vesturbúgvin landar í Vestmanna, báðir landa mánamorgunin. Um skipini fara aftur til fiskiskap mánadagin, er enn ikki greitt.

Annars ljóðar at Tavan í Leirvík, sum arbeiðir gulllaks, bara tekur ímóti gulllaksi eina viku afturat, tí teir tá hava fingið nokk til sølsáttmálan í ár.