Eysturoy eigur finaluna

NSÍ hevur í kvøld tryggjað sær rættin at spæla steypafinalu ímóti Víkingi, sum fyrr í ár hevur vunnið tvær ferðir ímóti NSÍ

Finalan um løgmanssteypið í 2015 verður millum tvey feløg í Eysturoy. Tað vera grannafeløgini Víkingur og NSÍ, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð innanhýsis fara at dystast um løgmanssteypið og harvið rættin at luttaka í europeisku kappingini næsta summar.

Í gjákvøldið vann Víkingur 2-0 ímóti B36. Samantaldi sigurin hjá Víkingi var 2-1. Víkingur fór í gjárkvøldið úr Gundadali við finaluplássinum, og í kvøld fór hitt finaluplássið úr Gundadali og inn í Eysturoy.

Í fínum fótbóltslíkindum vann NSÍ í kvøld 1-0 á HB. Einsamalla málið skoraði Árni Frederiksberg, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, eftir at Jonleif Højgaard hevði lagt innfyri. NSÍ vann 1-0 á heimavølli og harvið var samantaldi sigurin 2-0.

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2004, at NSÍ verður partur av finaluni. NSÍ hevur vunnið løgmanssteypið eina ferð. Tað var í 2002, tá ið NSÍ í finaluni vann 2-1 á HB.

Finalan millum NSÍ og fýra faldu steypavinnararnar í Víkingi – 2009, 2012, 2013 og 2014 – verður leygarkvøldið 29. august. NSÍ og Víkingur hava spælt tveir landskappingardystir higartil í ár. Fyrra dystin vann Víkingur 5-1 í Gøtu, og seinna dystin vann Víkingur 4-2 í Runavík.

Sunnudagin hittast HB og NSÍ aftur í Gundadali. Tá verður tað í landskappingini.

HB-NSÍ 0-1 (0-0)

0-1: Árni Frederiksberg 80.

NSÍ samantaldur vinnari 2-0

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm (Poul Ingason, 78. ), Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen – Teit Jacobsen (Símun Samuelsen, 64.), Andrew av Fløtum (René S. Joensen, 54.), Levi Hanssen – Arnbjørn Hansen

Gult kort: Símun Samuelsen

NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv – Haraldur R. Højgaard (Andras Frederiksberg, 65.), Pól Jóhannus Justinussen – Jónhard Frederiksberg (Hákun Edmundsson, 63.), Árni Frederiksberg, Jonleif Højgaard (Jann Martin Mortensen, 84.) – Klæmint A. Olsen

Gult kort: Einar Tróndargjógv