Jóannes Hansen
Tá umboð fyri vinnuna, lokalu myndugleikarnar og umboðini fyri Eysturoy í landspolitikki mánakvøldið í síðstu viku hittust at lýsa støðuna hjá vinnulívinum í oynni og at tosa um framtíðarvánirnar, so mundu luttakararnir longu frammanundan hava eina fatan av, at økið er eitt tað fremsta vinnuøkið í landinum, og at gongdin tey seinnu árini hevur verið hugalig.
Luttakaratalið ? talið á luttakarunum knappaðist um hálvtannað hundrað ? boðaði frá, at tað er nógv lív í, og á fundinum vórðu tøl løgd á borðið, sum staðfestu, at virksemið er nógv, og at úrslitini hava ikki verið heilt av leið.
Símun Hammer, sum eigur og rekur smápartafelagið Virkisráðgeving í Runavík, visti í einari stuttari lýsing av vinnulívinum at siga, at talið á parafeløgum og smápartafeløgum í oynni liggur um 270, og at virkini eru innanfyri allar vinnugreinar. Tá eru virki, sum ikki eru skrásett sum partafeløg og smápartafeløg, ikki tald við. Nógvir smáir handlar eru hvørki partafeløg ella smápartafeløg, og tí heldur Símun Hammer, at tað er neyvan langt av leið at rokna við, at samlaða talið á virkjum og feløgum er onkra staðni millum trý og hálvt fjórða hundrað.
Gongdin er
rætta vegin
Símun Hammer lýsti við Dansk Regnskabsanalyse sum keldu, hvussu gongdin hjá partafeløgum og smápartafeløgum var í árunum 1996, 1997 og 1998. Av samlaða bruttovinninginum uppá 2,29 milliardir, áttu virkini í Eysturoy 597 milliónir. Suðurstreymur átti í 1998 helvtina av bruttovinninginum ella 1,09 milliardir, meðan Norðoyggjar vóru á triðja plássinum við 231 milliónum.
At nýta bruttovinningin, ið er samlaði vinningurin, tá variablu framleiðsluútreiðslurnar eru drignar frá, sum grundarlag í einari lýsing, er ikki serliga neyvt, tí umleið ein triðingur av virkjunum hevur ikki upplýst í roknskapunum, hvussu stóran bruttovinning tey høvdu.
Tí legði Símun Hammer í sínari lýsing serligan dent á ársúrslitini. Tað vil við øðrum orðum siga, hvat var eftir, tá rentur, avskrivingar og annar fastur kostnaður var drigin frá bruttovinninginum.
Samantalda úrslitið fyri øll virkini, sum lótu roknskapir inn tey trý árini frá 1996 og til og við 1998, var í 1996 260,83 milliónir. At samfelagsgongdin hevur verið rætta vegin síðani tá, sæst aftur í, at úrslitið fyri 1997 var meiri enn tvífalt so gott, sum tað var í 1996 ? í 1997 var tað 569,77 milliónir ? og í 1998 var tað 890,45 milliónir.
Triðingurin í Eysturoy
Ørindini hjá Símuni Hammer hetta kvøldið í Runavík, vóru at lýsa, hvussu stóran leiklut Eysturoyggin eigur í føroyska vinnulívinum, og í tí sambandinum varð staðfest, at í 1998, ið er síðsta árið, sum roknskapartøl eru klár fyri, áttu virkini í Eysturoy ein triðing av samlaða yvirskotinum, tá tey stóru almennu partafeløgini og Føroya Fiskavirking ikki vórðu tald uppí.
Í 1996 var úrslitið í Eysturoy 65,45 milliónir, meðan tað í Suðurstreymi var 160,95 milliónir og í Norðoyggjum 27,28 milliónir. Í 1997 var úrslitið í Eysturoy 56,72 milliónir, meðan tað í Suðurstreymi og Norðoyggjum var ávikavíst 455,46 og 13,88 (í 1997 var samlaða úrslitið í Vágum betri, enn tað var í Norðoyggjum. Úrslitið í Vágum var hetta árið 19,09 milliónir).
Í 1998 var úrslitið í Eysturoy 173,39 milliónir. Í Suðurstreymi var tað 577,1 milliónir, og í hinum økjunum í landinum sóu úrslitini soleiðis út: Norðoyggjar 33,91 milliónir, Norðstreymur 37,75 milliónir, Sandoy 8,48 milliónir, Suðuroy 34,99 milliónir og Vágar 24,88 milliónir krónur.
Í roknskaparligum høpi eru tað fleiri virki, sum eru skrásett í høvuðsstaðnum, hóast teirra virksemi og harvið teirra inntøkur og úrslit fyri ein stóran part eisini eru aðra staðni í landinum. Símun Hammer vísti í hesum sambandi á Føroya Tele, Føroya Banka, Føroya Fiskavirking og Føroya Sparikassa. Í 1998 høvdu hesar fyritøkurnar eitt úrslit uppá omanfyri 360 milliónir krónur, og tá tær vórðu tiknar burturúr, var yvirskotið hjá føroyska vinnulívinum soleiðis lutað út á tey sjey økini í Føroyum:
Norðoyggjar 6%, Eysturoy 32%, Norðstreymoy 7 %, Vágar 5 %, Sandoy 2 % og Suðuroy 6 %.
Sambandið
stóran týdning
Olaf Olsen segði á fundinum nøkur orð um fiskivinnuna á sjógvi og landi. Hann ynskti ikki at fara í smálutir, tí hann helt fundarluttakararnar í høvuðsheitinum kenna til traditionellu vinnuna.
At menn hava havt hug, hegni og áræði at fáa sær bátar og skip og at fara undir framleiðslu á landi hevur altíð verið og er framvegis lívsneyðugt. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er hópin lættari og harvið hugaligari, tá karmarnir, sum tað skal arbeiðast innanfyri, eru hóskiligir.
Í hesum sambandinum kom Olaf Olsen inn á, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri Eysturoynna, at stórar almennar íløgur hava verið gjørdar har tann seinasta mansaldurin, bæði kommunalar íløgur og íløgur, sum landið partvís ella heilt hevur átt ella hevur verið við til at fíggja. Íløgurnar hava bæði betra umstøðurnar at fáast við vinnulív, og tær hava eisini havt týdning á øðrum økjum. Eitt er, at stóri parturin av Føroya fólki, sum býr í Eysturoy, nú er samanbundin í eitt regionalt samfelag, har vinnulig nytta fæst burturúr fólkagrundarlagnum á ein heilt øðrvísi hátt, enn tað áður var møguligt, og eitt annað er tað, at sambindingarnar og samantvinningarnar hava havt við sær, at tað hevur borið til at fara undir tænastuvinnur, sum tað áður ikki var hugsningur um at hava í oynni.
Olaf sipaði til vegakervið, sum er so nógvar ferðir betri nú, enn tað var í 1970, tunnlarnar millum Fjarða og ígjøgnum Leirvíksfjall, sum knýta oynna saman bæði norður og suður og eystur og vestur, brúnna um Streymin, sum knýtir Eysturoynna saman við Streymoy, og ikki minst allar kilometrarnar av havnarløgum, sum hava verið ein av megin orsøkunum til, at tað hevur borið til at bygt eitt so stórt og fjøltáttað virksemi fram við sjónum.
? Nógva staðni síggja vit, at tað eru eitt ella tvey pláss, sum stinga seg framúr á vinnuliga, tá tað ræður um fiskivinnuna, soleiðis at skilja at skipini og virkini eru savnaði á einum ella tveimum støðum. Soleiðis hevur tað ikki verið her í oynni, og soleiðis er tað ikki her í oynni. Menn, sum búgva alla staðni í oynni, eiga skip. Tað eru fiskavirkir á nógvum plássum á Skálafjørðinum, í Sundalagnum og eystanfyri á oynni, og tað haldi eg vera gott og til frama fyri vinnuna og harvið oynna, segði Olaf Olsen.
Klára avbjóðingarnar
Tað eru stórar rembingar í nútíðini, og tað verða sett stór krøv til framtíðar vinnuna.
Símun Hammer, virkisráðgevi, helt, at tað er eitt av eyðkennunum fyri vinnulívið í Eysturoy, at tað er rættað móti framtíðini:
? Vinnan í oynni er fjølbroytt, hon fevnir um øll privat økir, tað eru nøkur stór, men eisini nógv smá virki, ið hava víst, at tey megna at kappast og at tey megna at umstilla seg, tá fyritreytirnar broytast, og so er tað av alstórum týdningi, at sum heild er vinnan í hesum partinum av landinum burðardygg, bæði hvat rakstrinum viðvíkur, og tá tað snýr seg um at gagnnýta tilfeingið.