Eysturoyar- og Sandoyartunnilin - tann breiða semjan

Forsøgan er long til hetta mál, og nógvar kanningar, útrokningar og metingar eru gjørdar av serkønum fólki um øll hugsandi viðurskifti í sambandi við so stóra verkætlan, sum tað er at byggja tveir undirsjóvartunnlar.

 

Endaliga úrslitið varð, at fyri umleið tveimum árum síðani gjørdu allir teir politisku flokkarnir á Føroya løgtingi semju um, at hesir tunnlar skulu byggjast. Felag varð stovnað, sum til hendan dag  hevur arbeitt og framvegis arbeiðir eftir hesum greiða arbeiðssetningi.

 

Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni verður skrivað, at semjan skal haldast. Har stendur: “...og hildið verður fast um semjuna um Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.”

 

Tí hugsi eg, at tað er skeivt, tá røddir nú eru frammi í politisku skipanini, sum seta spurnartekin við undirskrivaðar avtalur.

 

Lagt verður upp til breiðar semjur í politikki, m.a. fyri at fáa mál veruliga og breitt kjølfest, soleiðis at tey verða framd í verki, eisini tvørtur um valskeið.

 

Í hesum máli er veruliga ein breið politisk semja gjørd – semja millum allar teir politisku flokkarnar -  og eg fái meg ikki at trúgva, at semjan nú verður brotin, tí um so skuldi verið, hvar er so politiska trúvirðið?

 

Nei, latið okkum halda gjørdar avtalur!

 

Magnus Rasmussen,

borgarstjóri og tingmaður