Eysturoyarbólkur heiðraður fyri gjøgnumbrot

Bólkurin Boys In A Band vaEysturoyarbólkur heiðraður fyri gjøgnumbrot

Bólkurin Boys In A Band varð valdur til besta nýggja bólk í 2006. Eysturoyarbólkurin hevur eftir ongari tíð fingið gjøgnumbrot millum tey ungu. Spenningurin var stórur áðrenn avdúkingina um, hvør bólkur skuldi fáa heiðurin at verða kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards. Ein heiður, ið Poppkorn vann í fjør.
Eftir frálíku framførsluna hjá Boys In A Band fyrr um kvøldið, var rómurin øgiligur, tá úrslitið var avdúkað, og Boys In A Band kosin til besta nýggja bólk.
Frásøgumaðurin Sjúrður Skaale legði upp til, at bólkurin segði nøkur skilagóð orð, eftir at Kent Christensen frá Atlantsflog hevði handað teimum virðislønina. Tað gjørdist tó ikki til nógv meira enn eitt takk fyri.
rð valdur til besta nýggja bólk í 2006. Eysturoyarbólkurin hevur eftir ongari tíð fingið gjøgnumbrot millum tey ungu. Spenningurin var stórur áðrenn avdúkingina um, hvør bólkur skuldi fáa heiðurin at verða kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards. Ein heiður, ið Poppkorn vann í fjør.