Eysturoyartunnilin skal vera føroyskur og hann skal vera almennur.
Tað sigur Janus Rein úr Fólkaflokkinum, nú samgongan roynir at finna eina loysn á tunnilsmálinum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur staðfest, at arbeitt verður við øllum loysnum og at privata ætlanin tískil ikki er slept.
Men fyri Janus Rein hevur tað stóran týdning, at tað vera tær almennu Føroyar, sum hava ræðið á tunlinum.
Tað merkir, at landið kann skipa tunnilin soleiðis, at brúkarin fær sum mest nyttu av honum.
- Verður tað eitt privat felag, sum hevur ræðið á tunlinum, vænti eg, at tað fer at leggja seg eftir at hava vinningin so stóran, sum gjørligt. Og tað er ikki vist, at tað er tað sama sum at hann kemur brúkarunum sum til góðar sum mest, sigur Janus Rein.
Hann sigur, at tað merkir ikki, at privat eru útihýst frá at seta pening í tunnilin.
- Tað ber til at landið bjóðar privatum at seta ábyrgdarapening í tunnilin við einum ávísum avkasti, men uttan at privat hava avgerðandi ávirkan á raksturin.
Men so má landið tryggja eina ella aðra minstuferðslu ígjøgnum tunnilin fyri at tryggja privatum íleggjarum eitt ávíst avkast, sigur Janus Rein.
Hinvegin leggur hann afturat, at hann hevur einki ímóti at teingja Sandoyartunnilin upp í, er politiskur vilji til tað
- Annars hevur samgongan avtalað at seta pening av til Sandoyartunnilin. Men einki er sett av til Eysturoyartunnilin.
- Hinvegin eru ábendingar á, at ætlanin er at gera Eysturoyartunnilin áðrenn Sandoyartunnilin og tað merkir, at hann skal fíggjar uttanfyri Fíggjarlógina, í hvussu er fyri ein stóran part, fyri ikki at taka peningin frá Sandoyartunlinum, sigur Janus Rein.
- Tað ber til at gera báðar ísenn, men tað verður so mikið krevjandi, at helst er ráðiligast at hava eini trý ár ímillum báðar tunlarnar og sum tað sær út nú, verður farið undir Eysturoyartunnilin beinanvegin, leggur hann afturat