EYSTUROYAR VALDØMI
Sambandsflokkurin eigur tveir, og Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eiga hvør sín valdømisvalda tingmannin. Soleiðis hevur tað verið í Eysturoyar valdømi, síðani vallógin varð broytt undan løgtingsvalinum í 1978, tá ið tingmannatalið hjá Eysturoy fór úr fýra og upp í fimm. Eittans undantakið hevur verið. Tað var á kreppuvalinum í 1994, tá ið Javnaðarflokkurin misti mannin til Óla Jacobsen og Verkamannafylkingina.
Veljarakanningin hóskvøldið bendir á, at býtið av umboðum millum flokkarnar í Eysturoy verður tað sama, sum tað hevur verið. Kanningin bendir á, at talan kortini kann gerast um broytingar í styrkini. Sambandsflokkurin er størstur. Tað hevur hann verið mest sum hvørja ferð tey hundrað árini síðani floksbýtið. Undantøkini hava verið tvey. Tað fyrra var í 1945, tá ið tað var Fólkaflokkurin, sum var størstur, og tað seinna var í 1954, tá ið Tjóðveldisflokkurin varð størstur.
Á valinum í 2002 var Tjóðveldisflokkurin størstur aftaná Sambandsflokkin. Tað tykist Tjóðveldisflokkurin ikki at skula gerast hesa ferð. Tjóðveldisflokkurin missir 4,5 % og dettur niður á fjórða plássið, meðan bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava framgongd.
Tjóðveldisflokkurin hevur afturgongd kring alt landið. Í Eysturoy er hon ikki størri, enn hon er aðra staðni. Men tað man kortini vera lítið at ivast í, at ein av høvuðsorsøkunum til væntaðu afturgongdina í næststørsta valdøminum er turbolensurin, sum hevur staðist av, at Signar á Brúnni ikki er á listanum. Tað verður mett, at tjóðveldisatkvøðurnar í Fuglafirði fara ikki at roynast so væl hesa ferð, sum tær hava gjørt á undanfarnu valunum. Fyri tveimum árum síðani var Signar á Brúnni ikki á listanum. Tá tók hann seg aftur, og Hallbjørg Hansen, sum hevði verið býráðsformaður, var á listanum. Tjóðveldisflokkurin í Fuglafirði kom hampuliga væl burturúr valinum.
Hesa ferð høvdu fuglfirðingar Signar á Brúnni í uppskoti. Hann vann ikki á listan, og tað verður mett at fara at kosta tjóðveldisatkvøður í Fuglafirði og harvið afturgongd í valdøminum. Tað kann væl hugsast, at tjóðveldismyndin í Eysturoy hevði sæð øðrvísi út, um Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen hesa ferð høvdu verið í iannanhýsis kapping um tjóðveldissessin, sum hóast turbolensin tykist rættuliga tryggur.
Minstu umboðanina
Sammett við fólkatalið er Eysturoyar valdømi annað av tveimum valdømum, sum eigur minstu valdømisvaldu umboðanina. Hitt valdømið er Suðurstreymoy, sum við sínum átta valdømisvaldu tingmonnum er lutfalsliga eitt sindur verri fyri, enn Eysturoy er tað.
Men meðan Suðurstreymoy mest sum hvørja ferð og eftir øllum sólarmerkjum eisini hesa ferð fær fleiri eykavaldar tingmenn, so gongst tað ofta illa hjá Eysturoy at vinna eykavaldar tingmenn, og hetta valið tykist ikki at skula gerast nakað undantak.
Í níti árunum hava tingmenn fyri Sjálvstýrisflokkin, Kristiliga Fólkaflokkin, Framsóknarflokkin og Miðflokkin verið eykavaldir í Eysturoy. Síðsta valskeiðið hevur Sjálvstýrisflokkurin átt sætta tingmannin úr Eysturoy. Kanningin hóskvøldið bendir á, at tað fer at verða rættuliga tætt millum tølini hjá Sjálvsýrisflokkinum í Eysturoy og Suðurstreymoy.
Framvegis kapping millum bygdir
Á so nógvum av undanfarnu valunum hevur tað verið stór innanhýsis kapping í flokkunum. Fleiri bygdir í valdøminum eru so mikið stórar, at tær megna at vera við í kappingini um tingmenninar. Næstsíðsta valskeið átti Fuglafjørður tríggjar av fimm valdømisvaldum tingmonnum. Í hesum valskeiðnum hava fuglfirðingar verið umboðaðir av Jógvani á Lakjuni úr Fólkaflokkinum. Signar á Brúnni var ikki á listanum fyri tveimum árum síðani, og javnaðartingmaðurin flutti úr Fuglafirði og til Gøtu, har Andreas Petersen varð valdur.Nú bjóðar Dan R. Petersen seg fram aftur.
Toftir hava mest sum hvørja ferð í hálvt hundrað ár átt sambandsmann. Soleiðis var tað eisini fyri tveimum árum síðani, tá ið Alfred Olsen varð fyrstvaldur í valdøminum. Hintingmaðurin hjá Sambandsflokkinum er fyrrverandi løgmaðurin, Edmund Joensen, tingformaður, sum seinast fekk flestu persónligu atkvøðurnar í Sundalagnum og norður til Eiðis.
Tórbjørn Jacobsen varð sannførandi valdur fyri Tjóðveldisflokkin í 2002. Hóast hann hevur fingið Hans Tausen Olsen ímóti sær í Runavíkar kommunu, so man tað vera lítið sannlíkt, at nakar skal hótta fólkatingsmannin. Olaf í Garði Joensen á Eiði hevur verið roknaður sum besta boðið upp á næstfemsta plássið.
Á fólkaflokslistanum hevði Jógvan á Lakjuni nógv flestar persónligar atkvøður í 2002. Tummas í Garði hevði næstflestar, og uppstillingin á vestara armi á Skálafjørðinum kundi bent á, at strandingurin, sum býr í høvuðsstaðnum, aftur hesa ferð fór at verða drúgvur.