Átjanda og síðsta umfarið í 3. deild verður avgreitt leygardagin. Allir dystirnir verða spældir klokkan 13, og tað er ikki sørt av spenningi um, hvør skal hava heiðursmerki og rættin at spæla um eitt pláss í 2. deild.
Tað eru longu fleiri vikur síðani, at tað var greitt, at Skála hevur vunnið gull og flytir upp í 2. deild. Teir fáa steyp og gullkrónur í Gundadali eftir dystin móti HB.
GÍ liggur best fyri í kappingini um silvurmerkini. Teir kundu havt avgjørt sær til fyrimunar, um teir høvdu fingið stig við aftur úr Fuglafirði, men teir taptu 1-0. Og sigurin hjá ÍF ger, at teir og toftamenn eru mest sum púra javnir tvey stig aftanfyri GÍ. B68 hevur málmunin pluss níggju, og ÍF hevur málmunin pluss sjey. ÍF hevur skorað fleiri mál, so um tað fer at standa á jøvnum í stigum og málmuni seinnapartin leygardagin, so verður ÍF betri fyri.
B68 tykist á pappírinum at hava lættaru uppgávuna, tí teir skulu til Klaksvíkar. Men KÍ, sum longu er flutt niður, sigur farvæl við ma-nér. ÍF skal til Vágs, har KÍ næstsíðsta vikuskifti megnaði 3-3, og tað vil siga, at tað ber illa til at gera sær nakrar greiðar metingar um møguleikarnar hjá B68 og ÍF.
GÍ fær vitjan av B36, sum bara hevur æruna at spæla fyri. Teir skifta nógv fólk mest sum hvørja ferð, men út frá tí, sum farið er fram higartil í ár, so áttu gøtumenn at havt møguleika at hildið tørn um næstfremsta plássið.
Spurningurin um rættin at spæla um uppflyting verður millum B68 og ÍF. VB hevði framvegis heiðursmerkjamøguleika og harvið møguleika fyri uppflyting, men teir taptu tepurt á Skála. Tað kann enda soleiðis, at ÍF vinnur rættin at spæla um uppflyting úr 3. deild, samstundis sum ÍF í 1. deild skal spæla um rættin at halda fram í deildini. Verður endin soleiðis, so fer endaspælið um eitt pláss í 2. deild at bíða til endaspælið um eitt pláss í 1. deild er avgreitt.
B68-B71 2-1 (1-0)
Um teir á heimaliðnum høvdu roknað við, at teir fóru at vinna ein lættan sigur, so noyddust teir at meta umaftur, tá tað var gott og væl hálvrunnið.
Ellivu minuttir vóru farnir, tá Meinhard Fróði Højgaard eftir innlegg úr høgru sendi í netið úr ellivu metrum, men í fyrsta álopinum eftir steðgin javnaði Kristian Nielsen. So royndi heimaliðið at koma framum aftur, men tað var ikki lætt, tí sandoyingar vóru ógvu-liga snildir við rangstøðufelluni, sum toftamenn høvuðleyst runnu í ferð eftir ferð.
Eftir 73 minuttir fingu teir sigursmálið, og tað var vorðið sum mál: eftir innlegg úr høgru heilfluktaði Rógvi Fossdalsá við drønandi ferð, og so vóru stigini eftir á Svangaskarði, tá teir í B71 fóru suður aftur.
Skála-VB 4-3 (1-1)
Hugburðurin hjá heimaliðnum hevur tað verið so sum so við, eftir at uppflytingin kom til høldar., og tá vágbingar vóru vandamiklir ? ikki minst vóru Bergur Winther og Rógvi Thorsteinsson, sum mannaðu álopið vóru skjótir ? so stóð á.
Bogi Gregersen setti eftir horna og tvær ferðr aftur og fram hol á efttir fjúrtan minuttir, men minuttin eftir fekk Bergur Winther fatur á útspæli frá málverjanum, hann streyk avstað, og so var aftur javnt.
Eftir lítlari løtu tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Skála tvær ferðir, og so sá út til at vera liðugt. Bent Djurhuus stútaði innlegg úr høgru frá Paula Hansen, og so var tað aftur Bogi Gregersen.
Men VB svaraði aftur. Rógvi Thorsteinsson skoraði eftir at málverjin hevði hálvbjargað, og eftir at Bergur Winther hevði spælt hann leysan.
Tíggju minuttir fyri leiklok var Niels Thomsen fyrstur á, eftir at málverjin hjá VB hevði hálvbjargað skotroynd frá Janus Trygv-ason.
ÍF-GÍ 1-0 (0-0)
Talan var um sera tætta grannauppgerð, har tað ikki vóru so nógvir málmøguleikar.
Ivaleyst verður tað venjarin hjá GÍ, Jóannes Mikkelsen, sum fer at minnast hesa ferðina best. Hann spælir í miðverjuni, og tað var vorðið sum dagur. Tá 50 minuttir vóru farnir, snittaði hann eitt innlegg úr vinstru í sítt egna mál, og tjúgu minuttir seinni fekk hann seinna gula kortið og noyddist at fara av vøll-inum!
Alfred Olsen í ÍF mál-in-um hevði tvær frágera góðar bjargingar, og fugl-firðingar misnýttu tvær ferðir so dyggiliga, tá teir vóru í góðum fleirtalsstøðum.
B36-FSV 4-4 (2-2)
Tað var málríkt, og tað gekk javnt á, men synd er at siga, at tað var so nógv av skipaðum fótbóltsspæli.
Tað er framvegis ómeta-liga torført at fáa nakað at vita frá B36 um, hvør hevur skorað og hvussu leikur fer, og tað er spell ? kanska eis-ini fyri B36.
Málið, sum Eyðfinn Fjalsbak skoraði til 3-3, verður sagt at vera eitt av flottastu málunum, sum eru gjørd í Gundadali í ár. Hann smekkaði til úr 40 metrum, og bólturin fór sum ein kanónkúla í meskarnar aftanfyri ein undrandi B36 málverja.
Tá FS Vágar fyri einastu ferð legði seg á odda ? tað var til 4-3 ? vóru B36 menninir misnøgdir. Teir mettu avgjørt, at Robert Bernhardson var rangstaddur, tá hann fekk bóltin frá Eyðfinni Fjalsbak, sum hevði snarað framvið fleiri, men tað mettu dómarin og linjuverjin ikki.
KÍ-HB 9-5 (4-0)
Tað hevur hilnast væl hjá KÍ síðstu vikurnar. Teir hava so at siga havt sama fólkið hvørja ferðina, og tað hevur sást aftur á úrslitunum. Høvdu teir havt verið tvær vikur fyrri á sjóarfallinum, so er ikki víst, at teir høvdu flutt niður.
HB liðið hevur ongantíð vunnið á útivølli, og tað sigur nakað um, hvussu torført tað hevur verið at fingið fólk við út á bygd.
Í Klaksvík vóru havnarmenninir illa skipaðir leingi, og so legði KÍ seg heilt trivaliga á odda. KÍ formaðurin, Svend Jacobsen, var í álopinum, og hann gjørdi eitt orduligt lop, nú hann kom á málskjúttaralistan.
Í 2. hálvleiki fingu teir í HB skil á, men teir vóru eisini so óhepnir at gera eitt undarligt sjálvmál, sum fáu áskoðararnir skemtaðu sær óført yvir ? og tað gjørdu spælararnir á vøllinum eisini!