Eysturoyingur aftur til Scilly oyggjanar at rógva kapp

Nú er skal kappingin vinnast - tað er málið hjá manningin á Eysturoyingi

Jonhard Hammer


Aftur næsta ár verður tað manningin á Eysturoyingi, sum fer at umboða Føroyar í kapprógvingini á Scilly oyggjunum í maj mánaða ár 2000.

Eysturoyingar kláraðu seg sera væl á Scilly í ár, har teir gjørdust nr. 8 av 65 bátum. Málið hjá manningini er sjálvandi at fáa eitt fyrsta pláss og fyri at klára tað er ætlanin at venja miðvíst við bátinum Brendan, sum Amerada Hess hevur keypt til føroyingar. Ætlanin er at venja tann rógvingarháttin, sum teir brúka á Scilly oyggjunum.

Tað er Jóhan Mortensen frá oljufelagnum Amerada Hess, sum stendur á odda fyri tí føroysku luttøkuni á Scilly oyggjunum. Hann hevur góðar vónir, um at føroyingar kunnu fáa eitt fyrsta pláss. Manningin á Eysturoyingi eru sera raskir, sum bara skulu venja ein annan teknikk, um tað eydnast til fulnar. ? Men so er fyrsta plássið heilt sikkurt heima, sigur Jóhann Mortensen.

Av tí at tað er stórur almennur áhugi fyri hesum tiltakið, verður giggin Brendan sýnd fram á Bursatanga undan og meðan kappróðurin fer fram á Ólavsøku.