Vit fara ikki at siga, at tað var tí, at vit í blaðnum beint eftir vestanstevnu komu við uppskotinum, men tað er í hvussu so er ein veruleiki, at bæði Havnar Róðrarfelag, ið hevur ábyrgdina av steypinum, sum Niclas í Koltri, sáli, í síni tíð gav at kappast um, og nevndin, sum ger av, hvør skal hava útvarpssteypið, undan ólavsøkuni høvdu gjørt av, at um tað stóð á jøvnum, og tað fór at verða neyðugt at draga um tað, so skuldi lutakastið vera alment í staðin fyri bara at vera kunngjørt fyri almenninginum.
Fyri Havnar Róðrarfelag dró løgmaður um, hvørt Junkarin ella Eysturoyingur skuldu fáa Kolturs steypið. Luturin fall á Junkarin.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, nýttist ikki at draga lut um útvarpssteypið. Nevndin, sum av útvarpinum er sett at avgera henda spurningin, broytti mannagongd sammett við í fjør og í fyrraárið. Tey bæði árini stóð á jøvnum millum tveir bátar, og í báðum førunum varð avgerðin funnin við lutakastið.
Reglarnir siga, at um tað stendur á jøvnum, so skal nevndin lata tí bátinum, sum hon heldur vísti besta róðurin á ólavsøku, steypið, og um hon ikki heldur seg til at taka dagar ímillum, so skal lutur takast.
Anfinn Kallsberg, løgmaður boðaði frá, at nevndin hevði avgjørt, at á ólavsøku hevði Eysturoyingur víst vakrasta róðurin. Tað helt løgmaður vera í lagi, men hann ásannaði samstundis, at hann var glaður um lutin, sum hann hevði drigið um Kolturssteypið.
Í fjør vóru menninir umborð á Hvessingi sera vónbrotnir. Saman við dreingjunum umborð á Drekanum vunnu teir allar seks róðrarnar. Lutur varð kastaður bæði um Kolturssteypið og um útvarpssteypið, og í báðum førunum fall luturin á havnardreingirnar
Reglar og aldur
Í reglunum fyri útvarpssteypið verður sagt, at treytin fyri at vera við í kappingini um at vinna tað, er, at báturin hevur tikið lut á øllum stevnunum. Fyri sigur verða trý stig latin, tvey stig verða latin fyri næstfremsta plássið og eitt stig fyri triðja plássið.
Eftir kappróðrarárið 1998 hava Eysturoyingur og Junkarin 18 stig í part.
Tað hevur verið kappast um útvarpssteypið síðani 1962. Fyrsta árið, sum tað varð kappast um útvarpssteypið, var sama árið sum Anfinn Kallsberg náddi sínum størsta ítróttarliga avrikið. KÍ vann føroyameistaraheitið í dreingjadeildini í 1962, og Anfinn Kallsberg var ein óførur hálvbakkur í gulari troyggju við einum bláum V niður á bringuna og í hvítum stuttum buksum!
jh