Kappróður
Tað skuldi verða hæddarpunktið á róðrarárinum, men tað gjørdist størsta vónbrotið.
10-mannafarið Eysturoyingur er aftur í ár við í fremstu røð, og leygardagin skuldu teir rógva á heimasjógvi á Skálafjørðinum. Kappingin við serliga Klaksvíking er hørð, og lagt varð upp til eitt ordans brak leygardagin.
Men brakið gjørdist til ein fusara, tí Eysturoyingur hekk fastur í startinum, og róðurin helt fram. Klaksvíkingur kom á mál fleiri bátslongdir frammanfyri næsta bátin, og Eysturoyingur misti nærum alt í tøttu FM-kappingini.
Hendingin hevur nú tað við sær, at Eysturoyingur verður lagdur.
- Manningin umborð á Eysturoyingi hevur boðað greitt frá, at hon rør ikki meira í ár. Vit í nevndini vildu gjarna havt teir at hildið fram, og vit fara at gera eina roynd at tosa við teir aftur, men tað sær einki út í løtuni, sigur Sámal Hansen, formaður í Róðrarfelagnum NSÍ.
Hugurin er farin
Mánakvøldið hevði nevndin í Róðrarsambandinum fund um 10-mannafarsróðurin á Eystanstevnu, og har var niðurstøðan, at dómararnir høvdu dømt rætt, og einki verður broytt við róðrinum. Samstundis var nýggj regla staðfest sum sigur, at um ein bátur aftur hongur fastur í startinum, verður róðurin skotin av, og báturin fær eitt gult kort.
Í Róðrarfelagnum NSÍ eru tey sera vónbrotin av hendingini leygardagin og niðurstøðuni hjá Róðrarsambandinum, og har stendur støðan neyvan til at bjarga.
- Hetta snýr seg ikki um, at Eysturoyingur nú kanska ella kanska ikki kann vinna FM. Tað hava vit roynt so ofta, so tað hevur minni týdning. Men tað sum hendi leygardagin er eitt so stórt vónbrot fyri manningina, at teir hava als ikki hug at rógva longur, sigur Sámal Hansen.
- Hetta er nøkur av mest seriøsu ítróttarfólkunum í landinum, og teir vilja ikki verða við til hetta. Tá ið hugurin er farin, so er ikki so nógv at gera, tí so fáa teir ikki róð optimalt, sigur hann.
Vandi fyri næstu árunum
Formaðurin í Róðrarfelagnum NSÍ stúrir fyri, at hendingin leygardagin kann fáa sera álvarsamar avleiðingar fyri kappróðurin í felagnum. 10-mannafarið Eysturoyingur hevur verið við í fremstu røð í nógv ár, FM-heitini eru fleiri, og framtíðin sá spennandi út.
Nú er alt dottið niður fyri, og tað verður trupult at fáa alt hetta upp at standa aftur.
- Smeiturin fyri felagið og rógvararnar er so dyggur, at tað verður helst trupult at manna 10-mannafarið aftur næstu árini. Hetta er ein ítróttarlig katastrofa fyri okkum og føroyskan ítrótt, sigur Sámal Hansen.
- Tað virkar, sum at dømingin verður tikin fram um ítróttin, og ístaðinfyri at dómararnir royna at verja sína avgerð, so skuldu teir heldur víst rygg og viðurkent, at teir gjørdu eitt mistak. Tað hevði verið betur fyri kappróðurin, sigur hann.
Sámal Hansen sigur, at Róðrarfelagið í løtuni ongar ætlanir hevur um at kæra dómin á Eystanstevnu.