Skjótt 16 ára gamla Elisabeth Hansen er í starvsvenjing á Sosialinum. Hon gongur í 10. flokki í Tofta Skúla. Mánadagin í farnu viku byrjaði hon við at heilsa upp á Jan Müller, blaðstjóra, og síðani varð hon send til arbeiðis við myndamanninum Jens Kristiani Vang, sum sera nágreiniliga greiddi henni frá, hvussu eitt myndatól er skrúvað saman. Hon og Jens Kristian vórðu send á nýggju læknamiðstøðina í Havn at taka myndir, og har slapp Elisabeth at royna seg sum myndakvinnu. Eisini var hon í Løgtinginum við John Johannesen, blaðmanni.
? Tað var so keðiligt, at eg mundi sovnað, sigur Elisabeth, sum sostatt fekk staðfest, at hon púrt ongan áhuga hevur fyri politikki. Stuttligasti túrurin var í sjónvarpinum, tá Dagfinn Olsen og hon prátaðu við Likkulikkuleiu-hjúnini, Páll og Vár.
Hesa vikuna hevur Elisabeth verið í blaðhúsinum og roynt seg sum blaðfólk, setikonu og lýsingarfólk.
Smædnið fánað
Hóast toftagentan sigur seg vera eysturoying út í odd og egg, er hetta seinnu ferð, hon er í Suðurstreymoy í starvsvenjing. Fyrru ferð, í fjør, var hon í klædnahandlinum Klivanum í SMS. Hóast Elisabeth í sínum Buffalo plateauskóm og Only-troyggju, tykist vera hugtikin av móta, vóru tað ikki snøgg klædnapløgg, ið drógu hana til Havnar ta ferðina.
? Eg hevði áhuga fyri handilskapi, men meðan eg var í Klivanum tókst eg kortini eisini við annað. Eg royndi meg sum modell í SMS-varpinum hóast tað var eitt sindur snópisligt. Kortini havi eg roynt meg í mótasýningum síðani tá. Ta einu ferðina við stórum purlum í hárinum, so smædnið er kanska við at fána burtur, sigur Elisabeth flennandi.
Vakra toftagentan ætlaði sær ikki upprunaliga í starvsvenjing á Sosialinum. Dreymur hennara var at sleppa at royna seg í sjónvarpinum ella í útvarpinum, men har slapp hon ikki framat. Tí valdi hon at koma á Sosialin, her pápin, Jóannes Hansen, er ítróttarskrivari.
? Eg havi áhuga í fjølmiðlaarbeiði, men noyðist at viðganga, at eg haldi sjónvarpið vera mest áhugavert. Og eg hevði onki havt ímóti at verið á skíggjanum, sigur Elisabeth, sum undir ongum umstøðum hevði tímað bara at siti inni og skrivað hvønn einasta dag.
Kambsdalur kallar
Unga Toftagentan droymir, sum flest øll, um framtíðina. Men hennara gentudreymar eru eftir øllum at døma púra leysir av turrisligum evnum sum politikki, búskapi og livibreyði!
? Eg havi búð í Oxford í Onglandi í 9 mánaðar. Tá var eg 12 ára gomul, og eg ætli mær aftur til landið. Kanska sum Au-pair í London. Mær dámar væl enska málið, og kundi væl hugsað mær at búð har altíð. Fyrst hevði eg kortini farið á studentaskúla, sigur hon, men leggur dent á, at hon ikki væntar at klára seg eins væl sum eldra systirin, ið gjørdist besti studentur í ár.
Nú Elisabeth nevnir studentaskúla, ger hon vart við, at hon undir ongum umstøðum fer til Havnar at taka miðnámsprógv. Og heldur ikki til Klaksvíkar. Og heldur ikki til Suðuroyar. Nei, hon heldur Kambsdal vera frægasta staðið.
Náttarkoyring
? Vit klára okkum fínt í Eysturoynni, sigur patriotiski starvsnæmingurin. Og Eysturoyggin hevur nógv annað á skránni enn ítrótt (og fótbólt, sum hon hevur fingið stikni til orsakað av tí eldhugaða pápanum). Fríggjakvøld er hon á kristiligum vikuskiftisfundi í Gøtu, Runavík ella Fuglafirði. Hesir ungdómsfundir eru bæði drúgvir og sera stuttligir. Tá fundur er lokin, verður prátað og fjasað eitt sindur. Ofta er náttin meira enn hálvliðin, áðrenn hon fer til songar leygarnáttina.
Í vikuskiftunum er Elisabeth aloftast í Runavíkar og hugnar sær við vinkonunum; og koyrir biltúr! Tey ungu hittast beint við Føroya Banka, og haðar koma eisini nýklaktu bilførararnir, dyrgjandi eftir diddum í skínandi stálførum sínum.
? Eg kenni onkrar, sum hava koyrikort, og koyri ofta við teimum, sigur Elisabeth, og viðgongur, at henni dámar eitt sindur væl at koyra skjótt. Spurd um foreldrini ikki eru bangin um hana, tá hon koyrir við ungu bilførarunum, svarar hon, at tað heldur hon ikki.
? Mamma hevur sagt við meg, at eg skal biðja um at verða sett av, um teir koyra ov skjótt. Síðani skal eg bara ringja eftir henni, og so kemur hon eftir mær?
Elisabeth sigur, at hon ikki er forlovað. Á tí økinum sigur hon seg hava góða tíð. Og erpnu unglingarnir við spildunýggju koyrikortum sínum skulu ikki vænta sær hesa toftagentuna sum fong. Fyribils.
Lønin til klæðir
Millum spennandi vikuskiftini hendir eisini nógv í lívinum hjá Elisabeth. Umframt skúlagongd, ið hon er um at troyttast av, hevur hon ov mikið at tríva í. Arbeiði ræðist hon ikki, og serliga væl dámar henni at fáast við børn. Tríggjar dagar um vikuna fer hon í dagrøktina eftir tveimum børnum, og ansar teimum til foreldrini koma heim ein tíma seinni. Eisini hvørt mánakvøld er hon dadda hjá eini eitt ára gamlari gentu. Harumframt arbeiðir hon ein dag, hvørt vikuskifti, í matvøruhandlinum hjá Pidda á Toftum.
Vit gloymdu at spyrja Elisabeth, hvar allir pengarnir, hon forvinnur, fara. Tískil ringdu vit til mommuna, Sonnu Hansen á Toftum, at spyrja. Momman var ikki í iva:
? Tað fer hvør króna til klæðir og onki annað?
Og Elisabeth er vælklødd. Og vøkur. So tað fær ikki verið øðrvísi enn at vit noyðast at seta henni spurningin, ið ikki slepst undan:
Kundi tú ikki hugsað tær at verið modell?
Tað sæst á henni, at hendan spurningin hevur hon hoyrt áður.
? Eg hevði kanska hugsað mær at roynt meg sum modell, men eg ivist í, um mamma hevði viljað tað, sigur hon og flennir í kíki?