Eysturríki steingir markið til Italia

Í einari roynd at basa vaksandi coronatrupulleikanum í Tirol, hevur eysturríkska stjórnin gjørt av steingja markið til eysturríkska partin av Tirol frá Norðuritalia fyri øll, ið ikki hava heilsuprógv.

Italska stjórnin hevur eisini boðað frá, at avmarkingar verða settar í Italia fyri at ferðast frítt, og eysturríkska stjórnin hevur samstundis gjørt greitt, at øll, ið koma til Eysturríkis frá Italia, skulu í sóttarhald í tvær vikur. Samstundis arbeiðir eysturríkska stjórnin við at fáa eysturríkar í Italia heim aftur til Eysturríki á tryggan hátt.

Tirol liggur báðumegin markið millum Italia og Eysturríki, og Danska uttanríkisráðið hevur í dag hækka vandastøðið í Tirol til appelsingult, meðan Ischgl skíøki í Tirol er hækka til reytt.

Italia, ið er eitt av evropeisku londunum, ið er harðast rakt av coronavirus, hevur framt ógvislig og víttfevnandi átøk fyri at koma coronasmittuni til lívs. Millum annað eru skúlar stongdir til 3 apríl, umframt at ítróttartiltøk, brúdleyp og jarðarferðir skulu útsetast.