Eysturríki og Slovakia seta nýggj hitamet

Eysturríki og Slovakia hava í dag sett nýggj landsmet fyri hita, meðan hitabylgjan í Evropa heldur fram.

Gras og trø standa sviðin eftir skógareld nær Wien í Eysturríki. Hitabylgjan hevur sett nýggj hitamet og økt vandan fyri eldi í fleiri londum í Evropa. (Mynd: Georg Hochmuth/Ritzau Scanpix)

Í Eysturríki vórðu 41,2 hitastig máld í Bad Deutsch-Altenburg nær markinum til Slovakia. Tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í landinum, og metið frá týsdegnum upp á 41,0 stig varð sostatt longu tikið.

 

Eisini í Slovakia varð nýtt hitamet sett. Í bygdini Kamenica nad Hronom vórðu 41,4 hitastig máld. Tað er triðja ferð í ár, at hitametið í landinum verður tikið.

 

Hitabylgjan hevur havt stórar avleiðingar kring Miðevropa. Vandin fyri skógareldum er vaksin, og vatnstøðan í fleiri stórum áum er sera lág.

 

Lága vatnstøðan í Donau hevur millum annað gjørt, at kjarnorkuverkið Paks í Ungarn hevur verið nær við at minka framleiðsluna, tí áin verður brúkt sum kølivatn.

 

Í Slovenia er framleiðslan á kjarnorkuverkinum Krsko eisini skerd niður í 80 prosent orsakað av lítlari vatnøgd í ánni Sava.

 

Sambært veðurfrøðingum er Evropa heimsins skjótast hitnandi meginland, og fleiri lond hava í summar sett nýggj hitamet.

 

 

 

Gras og trø standa sviðin eftir skógareld nær Wien í Eysturríki. Hitabylgjan hevur sett nýggj hitamet og økt vandan fyri eldi í fleiri londum í Evropa. (Mynd: Georg Hochmuth/Ritzau Scanpix)