Tað er ikki vanligt, at tey sum standa við tráðuni, fáa so nógv burturúr, sum tey hava fingið í Gøtu síðstu tíðina.
Bæði frá Norðagøtu og av sandinum í Syðrugøtu hava fólk sæð laks kasta sær á sjónum. Hetta er ikki ein vanlig sjón - í hvussu er ikki uttanfyri aliringarnar. Nøkur hava funnið sær tráðuna fram fyri at royna, um tey kunnu fáa nakað. Og væl hevur borið til. Ikki hevur verið neyðugt at standa so leingi og bíða, sum laksafiskarar ofta gera, til tann fyrsti er komin á. Og hetta eru stórir laksar. Fleiri liggja um eini 3 - 4 kg.
Tað hoyrist skjótt, at tað er nógv at fáa við tráðuni, og nú eru fleiri fólk, sum royna eftir laksi í Gøtu.
Hvar laksarnir koma frá er ikki greitt, men tað sæst, at hetta er alilaksur. Alibrúkini í Gøtu vita seg hava ikki mist nakað av fiski, men tað hoyrist, at okkurt alibrúk norðanfyri skal hava mist laks.
Fyri nøkrum árum síðan fekk fólk eisini eina rúgvu av alilaksi við tráðu í Kollafirði.