Fáa kanska størri skip - men ikki enn

O.C. Joensen á Oyri vil hava annað og størri skip fyri skeljatrolaran Norðheim. Sum er forðar lógin tí, men ein loysn er kanska á veg.

Seinastu nógvu árini hevur Norðheim dreggjað eftir skeljum til skeljavirkið hjá O.C. Joensen á Oyri. Men nú er skipið 40 ára gamalt og ikki tíðarhóskandi longur. Tí hevur reiðaríið søkt fiskimálaráðið um loyvi at skifta skipið út og at keypa annað og størri skip ístaðin fyri.

Men tað fær reiðaríið ikki loyvi til. Fiskimálaráðið hevur svarað, at felagið kann keypa annað skip, men tað skal ikki vera størri í rúmmetrum enn Norðheim, tí soleiðis er lógin orðað. Hon heimilar bara landsstýrismanninum at gera frávik, tá talaner um uppisjóvarskip, rækjutrolarar og verksmiðjutrolarar.

O.C. Joensen hevur í sínum lagi víst á, at Norðheim er einasta skip, sum dreggjar eftir skeljum, og at eitt størri skip tí ikki tekur nakað frá øðrum. Men tað broytir ikki støðuna hjá fiskimálaráðnum, sum noyðist at halda seg til lógina.


Lógarbroyting

Fyri einum góðum mánað síðani sendi O.C. Joensen Løgtinginum bræv um málið. Felagið kærdi seg um, at tað hevði ikki fingið nøktandi svar úr fiskimálaráðnum og helt, at har átti málið ongan góðan. Tí heitti felagið á Løgtingið um at broyta verandi lóg, sum tað kann fáa eitt størri skip.

Og kanska er ein broyting á veg. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur umhugsað at biðja Fiskirannsóknarstovuna áseta kvotu fyri skeljaveiðina, og at veiðan kann koma undir fiskidagaskipanina. Tá ber til at regulera fiskidagar eftir skipastøddini, og so kann O.C. Joensen fáa størri skip fyri Norðheim, sigur landsstýrismaðurin, sum væntar, at eitt uppskot um broytingar í lógini verður lagt fyri Løgtingið til várs.

Bjørn Kalsø sigur, at talan verður kortini ikki um at loyva stórum skeljatrolarum á Føroyaleiðina sum í áttatiárunum, tí tey skipini vóru alt ov stór, sigur hann.