Fáa nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi

Trý fullfermd nótaskip hava landað á Havsbrún hesa vikuna

Fiskivinna

Seinastu dagarnar hevur nógvur svartkjaftur aftur verið at fingið í føroyskum sjógvi.
Jákup Oluf Joensen á Havsbrún sigur, at fiskiskapurin hjá nótabátunum annars hevur verið ógvuliga misjavnur og skiftandi í summar.
- Viðhvørt er einki at fáa, og so brenna skipin í hann aftur og fáa nógvan fisk í nakrar dagar.
Jákup Oluf sigur, at tá ið veruliga svartkjaftasesongin er av seint um várið, plagar fiskiskapurin at vera meiri skiftandi ? við góðum fiskiskapi viðhvørt og fiskaloysi viðhvørt. Eitt skifti stendur fiskurin spjaddur, og eitt skifti stendur hann tættari. Soleiðis er tað nú einaferð við svartkjaftinum.
- Torført er at siga, hvussu hetta hongur saman, men yvirhøvur eru menn samdir um, at høgætt og kuldi er vánaligt veður til svartkjaft, sigur hann.


Fáa nógvan fisk

Tróndur í Gøtu landaði á Havsbrún tíðliga í hesi vikuni. Hendan túrin høvdu teir 2440 tons. Tróndur fór útaftur týskvøldið, og longu dagin eftir høvdu teir 450 tons inni.
Krúnborg landaði 2500 tons mikudagin, og teir fóru avstað aftur longu sama kvøldið.
Tá ið vit frættu av Havsbrún hósdagin, lá Christian í Grótinum á Klaksvík við 2000 tonsum. Teir skuldu landa í Fuglafirði hóskvøldið.
Spurdur, um roknast kann við fleiri landingum hesa vikuna, sigur Jákup Oluf Joensen, at verður fiskiskapurin hjá Trónda í Gøtu líka góður alla vikuna, sum hann var tað fyrsta samdøgnið, er hugsandi, at teir koma innaftur at landa longu sunnuvøldið.
- Hini skipini koma so helst innaftur einaferð í komandi viku, leggur hann aftrat.

Myndatekstur:

Tað hevur gingið upp og niður hjá nótabátunum í summar.
Nú hava skipini aftur góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi.