Fáa nógvar klagur um barnaverndirnar kring landið

Sum heild heldur landsstýriskvinna, at barnaverndirnar gera eitt gott arbeiðið- hóast bæði hon, og Løgtingsins Umboðsmaður, fáa javnan klagur

– Vit fáa javnan klagur um arbeiðið hjá barnaverndunum kring landið. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna í almannamákum.

Teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen hava biðið hana greiða frá, hvussu støðan er við barnaverndunum kring landið. Tað gera teir, tí teir siga, at tað frættist javnan um ónøgd og frustratiónir barnaverndirnar og tí vildu teir hava greiði á um hald er í tí, sum sagt verður.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at Almannamálaráðið fær javnan klagur frá fólki, sum eru ónøgd við arbeiðið hjá barnaverndunum. Klagað verður um nógv ymisk viðurskifti, so tað ber ikki at siga, at tað er nakað ávíst, sum klagað verður um.

Hesi seinastu fimm árini hevur Almannamálaráðið fingið 30 klagur um barnaverndirnar, bæði frá privatfólki og frá felagsskapum og ymsum myndugleikum. Í onkrum málum eru fleiri klagur í sama máli.

Allar klagurnar verða skrásettar og tá ið tær verða viðgjørdar, verður mett um, antin galdandi lóggávu á økinum er hildin, ella ikki.

Umframt at klaga til Almannamálaráðið, ber eisini til at klaga til Løgtingsins Umboðsmann og eisini hann fær javnan klagur um barnaverndirnar. Hesi seinastu fimm árini hevur Løgtingsins Umboðsmaður fingið ímillum 30 og 40 klagur um barnaverndirnar.

Landsstýriskvinnan heldur, at barnaverndarøkið hevur verið í støðugari menning, men at tað tekur tíð at venja seg við eina nýggja fyrisiting. Somuleiðis er lógin broytt fleiri ferðir.

Í allar flestu førum røkja barnaverndirnar sítt arbeiðið sum tær skulu. Og uppgávan er at tryggja øllum børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan, so at tey fáa hjálp við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Annars heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at varð samskiftið ímillum allar myndugleikar á økinum, betri skipað, hevði tað  bøtt munandi um tey ivamál og ta ónøgd, ið til tíðir eyðkennir umrøðuna av barnaverndarøkinum.