Síðan hálvan februar hava fiskimenn onga minstuløn fingið útgoldna. Umsitingin sigur hetta koma av, at einki stýri er valt til nýggja grunnin Hálvan februar varð minstaløn fyri seinastu ferð útgoldin eftir gomlu skipanini, men síðan er eingin minstaløn útgoldin.
Nýggi stovnurin, sum kom í staðin fyri Løngjaldsgrunnin, eitur Trygdargrunnur Fiskivinnurnar. Hann kom á núyggjárinum men er enn ikki farin at virka.
Fyrisitingin í grunninum sigur orsøkina vera, at Trygdargrunnur Fiskivinnunar enn ikki hevur fingið stýri, og tí ber ikki til at gjalda út.
Men Fiskimálaráðið er ikki samt í hesum.
- Stjórin hevur fulla heimild til at gjalda út, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Stýrið er ikki valt, tí ósemja er millum reiðarar og fiskimenn um samansetingina. Men tann spurningurin er við at vera loystur, eftir at partarnir høvdu fund seinasta fríggjadag, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.