Fá alt við: Las tú hetta í dag?

Tað gongur skjótt fyri seg á netmiðlunum, og soleiðis er eisini her á in.fo. Tí hava vit her savnað saman summar av teimum greinum, sum eru lagdar út í dag. Trýst á yvirskriftirnar her, fyri at koma inn á nevndu greinarnar. 

- Hesi hava fingið játtað 7.5 milliónir

Granskingarnevndin hevur á fundi 18. mai játtað stuðul til 12 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.480.945 kr. til verkætlanir á økjunum tøkni, mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa. 42 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 37 mill. kr. Hetta skrivar Granskingarnevndin í tíðindaskrivi í dag. 

- Vil hava greiðu á um Sirið Stenberg segði ósatt

Hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum, sagt ósatt fyri Løgtinginum, nú málið um at broyta hjúnabandslógina er til viðgerar. Tað vil Joen Magnus Rasmussen løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú hava greiði á. Og tað hevur hann nú biðið Aksel V. Johannesen, løgmann, kanna. Og er niðurstøðan, at Sirið Stenberg hevur sagt ósatt, skal løgmaður eisini greiða frá, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri landsstýriskvinnuna

Danskt hondbóltspar til Neistan

Neistin hevur gjørt avtalu við eitt danskt hondbóltspar. Talan er um 32 ára gamla Rasmus Søby úr Jútlandi, sum er vinstra handaður bakspælari og 36 ára gomlu Stinu Madsen úr Jútlandi, sum er vongspælari, skrivar Neistin í tíðindaskrivi.

Grindadráp: Nú verður skorið upp

Í gjárkvøldið var grindin hildin til og dripin í Bø og í morgun komu seðlarnir út.  Gutte Guttesen, grindaformaður í Bø sigur, at drápið gekk væl og skjótt. Allir hvalirnir lótu lív og fólk á staðnum lótu væl at drápinum. Seðlarnir komu út tíðliga í morgun og longu nú er komið í helvt við at skera upp. Tað eru 500 og nakrir partar, og tá ið avtornaði vóru 83 hvalir.

Andrias Edmundson til OB at venja

Bold.dk skrivar í dag, at OB komandi vikuna fer at hava Andrias Edmundsson á vitjan. Toftamaðurin, sum byrjaði inni alla dystirnar í EM-endaspælinum fyri U17 landslið í Kroatia, skal venja við bæði U19 liðnum og besta liðnum.

Livandi legenda spælir í Gøtu

Tað er nu greitt, at eitt av stóru nøvnunum á ársins G! festivali, verður livandi legendan Kris Kristoffersen.

Kris Kristofferson hevur verið her tvær ferðir áður og hann hevur knýtt vinasamband við føroyingar. Nú kemur hann til Føroya at ferðast um sama mundi, G er í Gøtu og tað eydnaðist fyrireikarunum at fáa hann at spæla.

Herverk í Oyndarfirði í morgun

Í morgun hevur løgreglan fingið fráboðan úr Oyndarfirði um herverk á bil. Tá ið eigarin av bilinum vaknaði í morgun vísti tað seg, at onkur hevði verið við bilin og knúst bakrútin á bilinum. 

Latið vera við at misnýta Hoydalar

Nú Studentarskúlin í Hoydølum takkar fyri seg og flytur niðan í Marknagil saman við hinum skúlunum, hevur Mentamálaráðið spurt føroyingar, hvat tey halda Hoydalar skal brúkast til. Í tí sambandi eru nógv ymisk boð komin, og ivaleyst koma fleiri aftrat.