Flestu línuskip eru nýliga byrjað nýggjan túr, og tí væntar Fiskamarknaður Føroya ikki nakrar serligar nøgdir av fiski fyrst í vikuni.
- Møguliga kemur eitt línuskip inn at landa í morgin. og veiðan er mest toskur og hýsa.
Marknaðurin veit at siga, at trý línuskip eru vesturi á Rygginum, og tey fáa mest av toski og so nakað av blálongu, svartkalva og lira.
- Restin av línuflotanum fiskar mest tosk og hýsu. Vit rokna við, at nøkur línuskip koma inn seint í vikuni - og annars neyvan fyrr enn fyrst í aðru viku.
Lagt verður aftrat, at streymurin verður góður, og um veðurvánirnar eisini halda sær, verður helst nakað av útróðri.
- Bátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu.
Seks djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir partrola eftir upsa og fáa tó nakað av hjáveiði, eitt nú kongafiski og blálongu. Tveir koma inn i morgin, og hinir koma helst inn síðst í vikuni.
- Partrolararnir fiska allir upsa og koma inn, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá teimum er heldur smáligur.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at bara tveir trolbátar eru til fiskiskap. Báðir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu.
- Teir hava smáligan fiskiskap og koma møguliga inn at landa í morgin. Væntandi fara aðrir trolbátar út, tá veðrið batnar, og flestu fara at royna eftir havtasku.
Um garnaskipini, sigur marknaðurin í sínum metingum, at tvey skip fiska svartkalva og landa helst síðst í vikuni. Eitt annað garnaskip fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð.