ÍF-B36 1-1 (1-1): Bæði vildu vinna

Hóast ferðin á spælinum ikki var høg og kjansirnir ikki nógvir, var týðiligt, at bæði ÍF og B36 vildu vinna dystin í Fuglafirði. Liðini skiftust um at hava yvirvág, og bæði mundu hava sínar løtur, har tey vóru nøgd við javnleikin

ÍF ***

B36 ***

 

FÓTBÓLTUR

 

Fyri bæði ÍF og B36 hevði tað nógv at siga, at tað ikki var drigið svart, tá liðini í gjárkvøldið møttust í Fuglafirði. ÍF, sum hevði vunnið síðstu tveir dystirnar, jagstraði triðja sigurin á rað, ið kundi givið vissu fyri, at liðnum ikki nýttist at hyggja niðureftir, og B36, sum hevði tapt síðstu fýra dystirnar, vildi sleppa frá at hava KÍ andandi í nakkanum.

Hóast tað í løtum regnaði illa, vóru umstøðurnar rímiligar til fótbólt, tí á sjálvum vøllinum var ikki tann nógvi vindurin. Og hóast regnið, var heilt fitt av fólki og hugdi, og enntá vóru nógvir av drúgvastu stuðlunum hjá útiliðnum komnir allan vegin at stuðla, nú tað stóð á gomlum nøglum.

Tað var annars um reppið, at ÍF longu innan fyri fyrstu tríggjar minuttirnar hevði lagt seg á odda við tveimum málum. Fyrri møguleikin kom beinanvegin og áðrenn B36 nakrantíð hevði havt bóltin á fótum. Bara eini 10 sekund vóru farin, tá Andy Olsen streyk avstað í vinstru síðu og sendi innfyri, har Nenad Saric kom stormandi úr høgru. Nenad skuldi bara seta fótin á, so var mál. Tað gjørdi hann eisini, men hann lyfti upp undir bóltin, so skotið úr fríari støðu endaði við síðuna av.

Lítla løtu seinni vóru aftur boð eftir B36, tá Balazs Sinko var spældur leysur millum Poul Arna Jacobsen og Klæmint Matras, sum hesa ferð mannaðu B36-miðverjuna, men avgerandi skotið gjørdist eitt neyðaregg, og so spurdist einki burturúr.

 

Flott útjavning

Hetta var sjálvandi ein skelkur fyri B36, men tað sást, at B36 veruliga kendi knívin á barkanum, tí nógv var lagt fyri at vinna seg inn í dystin. Tað eydnaðist eisini, og eftir fyrstu skinklandi løtuna komu gestirnir fyri seg og spældu fínt í eina góða løtu, meðan ÍF hevði trupult við at fóta sær aftur og byggja víðari á frálíku byrjanina.

Tað var tí ikki óuppiborið, at B36 legði seg á odda, tá lítil hálvur tími var farin. Hesa løtuna hevði B36 bóltin nógv, og ÍF hevði trupult við yvirhøvur at fáa fatur á honum. Eftir eitt hornaspark royndi ÍF at fáa bóltin burtur, men B36 bleiv við at vinna hann, og at enda kom Magnus Olsen í góða støðu og setti bóltin í málið til 1-0.

Eisini eftir málið tóktist B36 hava stýr á tí í eina løtu, men so byrjaði ÍF at rakna við aftur. Liðið gjørdi færri feilir og hevði eina góða løtu fram ímóti hálvleikssteðginum, tá útjavningin eisini kom – heldur ikki óuppiborið. Hetta var eitt typiskt og sera gott Andy Olsen-mál, har hann fekk fatur í bóltinum í høgru síðu og smekkaði væl til við vinstra beini, so bólturin sat í handara síðunetinum. Ein perla, og so var 1-1.

 

ÍF kundi tikið alt

Eftir steðgin sá eisini út til, at ÍF fekk betru byrjanina, men tað vardi bara í eina løtu, so hevði B36 aftur fingið gongd á sítt spæl. Serliga á miðvøllinum royndust gestirnir væl, har Odmar Færø gekk undan og vann eina rúgvu av bóltum. Hesa løtuna kundi B36 avgjørt dystin, tá Jákup á Borg sendi André Riel avstað í vinstru síðu. Hann kom til baklinjuna og spældi útfrá, har Róaldur Jacobsen var í góðari støðu mitt í brotsteiginum, men ikki fekk ordiligt skot á, so Gango lættliga fekk fatur í bóltinum.

Sum dystinum leið, tóktust teir frá árstalsfelagnum onkurvegna vera nøgdir við javnleikin, og eitt stig eru nú eina ferð betri enn einki stig. Tað kanska eisini gav ÍF høvi at mennast aftur, og fuglfirðingar tóku av, og síðstu løtuna vóru tað meira teir, ið settu dagsskránna.

Tað var eisini um reppið, at ÍF stakk av við øllum trimum stigunum í yvirtíðini, tá Frank Poulsen sendi eitt gott fríspark innfyri. Bólturin var ætlaður høvdinum á innskifta Rógva Jacobsen, sum tó ikki fekk givið bóltinum kós, og tískil broyttist úrslitið einki.

Við javnleikinum er trýstið framvegis stórt á B36, sum nú hevur KÍ bara eitt stig aftan fyri seg. So er spurningurin, hvussu tað spælir av, tá júst B36 og KÍ hittast í Havn sunnudagin. Fyri ÍF er støðan á einari leið, hóast javnleikin, tí framvegis eru fuglfirðingar fimm stig framman fyri B36.