Føddur á løgmansgarði

MÓÐURMÁLSDAGUR Presturin, sum skapti okkum skriftmálið, varð føddur 25. mars í 1819. Tí er hesin dagur kosin móðurmálsdagur. Endmálið við degnum er at varpa ljóðsa á málið í øllum tess lutum

Tann fyrsti av Hammershaimbs-ættini, ið kemur til Føroyar, er Jørgen Frants Hammershaimb, sum er langabbi V. U. Hammershaimb. Jørgen Frants varð føddur í Keypmannahavn í 1688.

Í 1723 setti Fríðrikur fjórði kongur hann í embætið sum landfúti í Føroyum. Sum siður var giftist Jørgen Frants við fútaeinkjuni hetta sama árið, og tey fingu tvey børn, ein drong og eina gentu.

Eftir at konan doyði í 1727 giftist hann aftur við teirr 15 ára gomlu Elisabeth Kristine Samuelsdatter Weyhe úr Nýggjustovu. Jørgen Frants var tá 39 ára gamal, og saman fingu tey 13 børn, fýra dreingir og níggju gentur.
Jørgen Frants Hammershaimb, fúti, sat í embætinum til hann doyði í 1765. Sonurin, Wenceslaus Hammershaimb, føddur í 1744, var hjálparmaður hansara og tók við starvinum eftir pápan.

Í 1766 giftist Wenceslaus Hammershaimb við Armgard Maria Svabo, sum var systir Jens Christian Svabo, og fingu tey seks børn. Wenceslaus Hammershaimb doyði í 1828.

Elsti sonur Wenceslaus Hammershaimb, Jørgen Frantz Hammershaimb varð føddur í 1767. Hann fór sum 14 ára gamal til Danmarkar at ganga á látínskúla í Slagelse. Seinni læs hann løgfrøði við lærda húaskúlan í Keypamannahavn.
Í 1806 varð hann útnevndur at stýra løgmansembætinum í Føroyum. Hann var tann síðsti løgmaðurin í Føroyum, tí embætið varð niðurlagt í 1816.

Jørgen Frantz giftist í 1813 við Armgard Mariu Egholm úr Nýggjustovu í Havn. Hon var dóttir Helene Christine Egholm og Samuel Egholm, sum sigldi úti og sum gekk burtur í Miðalhavinum í 1796. Tey fingu tvey børn, sonin Venceslaus Ulricus Hammershaimb og eldru dóttrina Mariu Louvisu. Jørgen Frantz doyði longu í 1820, konan livdi kortini í 68 ár eftir hetta og doyði í 1888.

V. U. Hammershaimb varð føddur 25. mars í 1819 á Steigargarði í Sandavági og doyptur 4. mai í Sandavágs kirkju. Tá pápin doyði í 1820 kundi mamman ikki verða búgvandi á garðinum. Í 1822 flytir hon við báum børnunum til Havnar, har hon flytir inn til mammuna í Nýggjustovu, har børnini vaksa upp.

V. U. Hammershaimb fekk tíðliga undirvísing í látíni, og tá hann var 12 ára gamal varð avgjørt, at hann skuldi niður at lesa. Hann kom til Keypmannahavnar í 1832, varð studentur í 1840 og teoloksikur kandidatur í 1847. Øll lestrarárini hevði V. U. Hammershaimb størri áhuga fyri tí málsliga enn tí matematiskt-fysiska. Hesin áhug mentist gjøgnum árini, og í 1847 fór hann til Føroya, m. a. fyri at savna sagnir og ævintýr v. m. Í 1849 varð hann settur sum lærari við Frelser Sogns Friskole, har hann var til 1855. Við síðuna av lærarastarvinum arbeiddi hann víðari við føroysku mállæruni, og gav út í árunum 1851-55 eina røð av føroyskum kvæðum.
Í 1855 vendi hann heimaftur til Føroyar, tá hann varð settur sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Kvívík. Sama ár, tann 10. august, giftist hann við Elisabeth Christiane Auguste Gad. Tey fingu átta børn.

Árini sum prestur vóru merkt av stórum arbeiðstrýsti og nógvum ferðum í sóknini.

Í 1862 varð V. U. Hammershaimb útnevndur til prest í Eysturoyar prestagjaldi og í 1867 til próst á Nesi. Hann flutti aftur til Danmarkar í 1878.

Umframt ótroyttiliga arbeiðið fyri málinum legði hann stóran dent á at menna føroysku skúlaskipanina og fyri at geva føroyingum skikkaða lærarakreftir.

Í januar í 1878 varð hann útnevndur til sóknarprest í Lyderslev á Stevns í Danmark og fór tá úr próstastarvinum í Føroyum.

Hetta embætið hevði hann til 1897, tá hann og konan flutt til Ryesgade 110 í Keypmannahavn. Konan doyði í 1908 og stutt eftir, sum 90 ára gamal, gjørdist V. U. Hammershaimb sjúkur og doyði tann 8. apríl í 1909.

V. U. Hammershaimb og konan er bæði jarðað í Lyderslev.