ÍF eru steypavinnarar anno 2008

ÍF byrjaði væl betur í bæði fyrsta og øðrum setti, men í triðja setti komu SÍ væl betur inn í dystin, men konstantu villurnar høvdu við sær, at ÍF hevði ein lættan dyst, tá alt kom til stykkis.

 

SÍ royndu gamaní at kempa seg inn í dystin, men alt ov nógvir feilir høvdu við sær, at tað var trupult hjá teimum at leggja seg langt framum ÍF.

 

ÍF vann tískil ein sannførandi 3-0 sigur móti SÍ í dag, og kunnu harvið kalla seg steypavinnarar anno 2008.