Seinnapartin verður fimtanda umfar í næstbestu deildini. Um eina viku - leygardagin 30. juni - verður sekstanda umfar, og tá verður punktum sett fyri kappingina hesumegin summarsteðgin.
Støðutalvan sigur, at KÍ er ovast, og at ÍF er næstovast. Seinnapartin hittast KÍ og ÍF í Klaksvík. ÍF hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar við málmuninum 16-1. KÍ hevur bara tapt ein dyst. Tað var á norðoyastevnu, tá ið Víkingur vann 2-1 í Klaksvík.
B68 kappast við ÍF og NSÍ um plássini aftanfyri KÍ. Í dag fara toftamenn inn á Skála at spæla stevnudyst. Næstbesta Skála liðið beit rættiliga frá sær næstsíðsta mikukvøld, tá ið NSÍ noyddist til hús við 5-2 tapi.
Í dag eigur NSÍ heimavøll ímóti B71, sum seinastu nógvu ferðirnar hevur vunnið aðru hvørja ferð og tapt aðru hvørja ferð. Fyri einari viku síðani tapti B71 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi, sum við sigrinum lyfti seg framum B71.
Í dag fer Víkingur at spæla í Gundadali ímóti HB, sum tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur tilsaman vunnið tvey stig. Síðsti HB sigurin var 4-2 í Gundadali ímóti ÍF.
Fyrsti dysturin í dag verður á jóansøku, har Suðringar, sum eru aftast, fáa vitjan av Giza Hoyvík, sum eru næstaftast.
15. umfar
Ídag
KÍ – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00
NSÍ – B71: Kári J. á Høvdanum kl. 13.30
Skála – B68: Aron S. Vest kl. 15.00
HB – Víkingur: Janus Fossdalsá kl. 15.00
Suðringar – Giza Hoyvík: Rúni Olsen kl. 13.00
Støðan undan fimtanda umfari
KÍ | 14 | 12 | 1 | 1 | 41 | 13 | 37 |
ÍF | 14 | 9 | 2 | 3 | 50 | 23 | 29 |
NSÍ | 14 | 9 | 2 | 3 | 39 | 17 | 29 |
B68 | 14 | 9 | 1 | 4 | 34 | 19 | 28 |
Víkingur | 14 | 7 | 1 | 6 | 23 | 24 | 22 |
B71 | 14 | 7 | 0 | 7 | 31 | 34 | 21 |
HB | 14 | 3 | 2 | 9 | 20 | 22 | 11 |
Skála | 14 | 3 | 1 | 10 | 21 | 33 | 10 |
Giza Hoyvík | 14 | 2 | 4 | 8 | 14 | 29 | 10 |
Suðringar | 14 | 0 | 4 | 10 | 14 | 73 | 4 |