Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum hondbólti flutti í farnu viku upp í kvalifikatiónsdeildina, sum er ein av lægri deildinum í donskum hondbólti.
Seinasta vikuskiftið luttók besta manslið hjá ÍF Føroyar hondbólti í eini uppflytingarkapping, har fýra lið skuldu dystast um rættin til at spæla í kvalifikatiónsrekkjuni komandi kappingarár. Liðini, sum endaðu nummar eitt og tvey í kappingini skuldu spæla í kvalifikatiónsrekkjuni komandi ár, meðan hini bæði liðini skuldu spæla í seriu 1.
Venjarin hjá ÍF Føroyar hondbólti, Helgi Justinussen, var bjartskygdur undan kappingin, men hann visti lítið og einki um mótstøðuliðini. Tvey av liðunum endaðu í niðara endanum av kvalifikatiónsrekkjuni seinasta ár, meðan triðja liðið endaði nummar tvey í einum øðrum bólki í seriu 1.
Fyrsti dysturin hjá ÍF Føroyum var spældur leygardagin í farnu viku móti Freja. Dysturin byrjaði javnt, men tá støðan var 10-9 til ÍF Føroyar fekk ein spælari hjá Freja reytt kort. Eftir hetta var stórt sæð bert eitt lið á vøllinum. ÍF vann stórsigur, 40-20.
Sunnudagin skuldu mennirnir so aftur í eldin. Fryst spældi liðið móti Fremad Valby. Hesin dysturin bleiv ongantíð spennandi. ÍF Føroyar vann dystin 29-19. Sigurin bar í sær, at síðsti dysturin ikki var av týdningi fyri ÍF Føroyar.
Dysturin var í móti TMS Ringsted, sum eisini hevði vunnið sínar báðar dystir. Tað sást tó skjótt, at ÍF Føroyar eisini her var nógv tað betra liðið. Við knúsandi 33-18 sigri tryggjaði ÍF Føroyar sær sostatt upprykking í kvalifikatiónsrekkjuna í stórum stíli.
Málskjúttarnir hesar tríggar dystirnar vóru: Rani Ellingsgaard (19), Jens Mohr (16), Esbern Patursson (15), Bjarni Sørensen (13), Rúni Joensen (10), Hanus Johansen (8), Janus Sørensen (6), Jákup Apol (5), Djóni Højgaard (5), Rói Lamhauge (3), Hjalti Jacobsen (2), Pól Andreassen (málm.)