ÍF Føroyar vunnu ígjár móti Fløng Hedehusene og eru víðari í donsku steypakappingini. Nú er møguleiki fyri at ÍF Føroyar kann møta stórliðnum sum FCK og øðrum.
Dysturin var spældur í Hedehusene, sum liggur í Seriu 1. ÍF Føroyar spælir í eini deild hægri, í Københavnseriuni. Talan var um javnan dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrr enn í longdu leiktíðini. Einki mál kom í vanligu leiktíðini, men í longdu leiktíðini eydnaðist tað Jóhannus Mikkelsen at fáa innarusíðuna á eitt innlegg, og seta hann í málið.
Dysturin var javnur, men teir størstu møguleikarnir fullu til Fløng Hedehusne. ÍF Føroyar vóru ikki so væl mannaðir av tí at allir ikki eru farnir niður enn, men Jóhan Gunnarson, Páll Mohr Joensen, Hanus Eliasen, Jákup Olsen og Emil N. Leifsson vóru allir við.
Lutakast til 2. umfar verður fríggjadagin kl. 11 føroyska tíð og tá er møguleiki at møta so stórum liðum sum FCK og hinum superliga liðunum.
Fløng Hedehusene ÍF Føroyar 0-1 (eftir longda leiktíð)
0-1 Jóhannus Mikkelsen, 100
Liðið hjá ÍF Føroyum sá soleiðis út:
Heini Kristiansen - Rani D. Christiansen, Kaj á Stongum, Bárður Danielsen, Jóhan Hendrik Ellefsen - Bjarni Justinussen, Jóhan Viderø Gunnarsson, Emil Nolsøe Leifsson, - Oddur Mohr Jacobsen, Hanus Eliasen Jóhannus Mikkelsen
Eyka: Páll Mohr Joensen, Jákup Olsen, Jaspur Højgaard.
Hartil kann nevnast, at pall Mohr Joensen og Jákup Olsen lendu stutt fyri dystarbyrjan.
Mynd: (Janus Ortind) Jóhannus Mikkelsen í tvídysti í gjár