ÍF Føroyar vann aftur

Útisetar: Tað var upp á hangandi hár, at ÍF Føroyar vann og nú er spenningur í oddinum

ÍF Føroyar, sum spælir í Seriu 1 í Danmark, er á uppflytingarkós, eftir at liðið vann spennandi dyst míti Dragør. Rógvi Poulsen og Bogi Løkin skoraðu málini, men dagsins maður bleiv málverjin, Suni Ernstsson, sum í evstu løtu bjargaði, tá Dragør spælari bleiv púra leysur.

 

Tað var annars einki, sum bendi á, at tað skuldi verða spenningur líka til seinasta bríksl. Í hálvleikinum var 2-0. Bogi Løkin spældi Rógva Poulsen leysan, sum legði útisetarnar á odda. Síðani var tað Kristin R. Mouritsen, sum legði upp til Boga Løkin, ið skoraði.

 

Úr Danmark verður sagt, at liðið kundi lættliga verið á odda við fleiri málum í fyrra hálvleiki. Tað endaði tó við, at Dragør minkaði um munin, og eina løtu brendi á frammanfyri føroyska málinum. ÍF Føroyar megnaði tó at halda fast og vinna 2-1. Sigurin merkir, at ÍF Føroyar liggur á øðrum plássi - ájavnt í stigum við nummar trý  - og eitt stig frá oddasessinum.