ÍF Føroyar vann oddadyst

Føroyska útisetafelagið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, leikti í gjár ímóti FB (Frederiksberg Boldklub), sum er oddalið í Københavnsserien, og føroyingarnir í Keypmannahavn vunnu dystin 1-0. Einasta málið í dystinum skoraði Jørgin Meitilberg, tá hann varð hægstur eftir fríspark frá Heina í Skorini. Málið kom í 93. minutti, og tí var sjálvsagt stór frøi á føroyingunum á Frederiksberg Idrætspark.
1.lið hjá ÍF Føroyum liggur í løtuni á fimta plássi, men bert trý stig eru upp til oddaliðið, sum also er dagsins mótstøðulið av Frederiksberg.