ÍF: Færri orð og størri møguleikar

Hóast tað ikki verður so nógv tosað um heiðursmerki, sum tað varð gjørt fyri einum ári síðani, so tykjast vánirnar fyri góðum kappingarári at vera betri, enn tær leingi hava verið í Fuglafirði

Fyri einum ári síðani vóru útmeldingarnar í Fuglafirði bjartskygdar. Mestsum ov ljósar og kanska sagdar eitt sindur í spølni, varð staðfest, tá ið úrtøkan var soltin, og plaseringin ikki so góð. Eftir at Abraham Løkin eina ferð síðsta summar var komin á beinkin at sita, vaks úrtøkan, og endaspurturin birtir vónir fyri framtíðini.
Nú sær uppaftur betri út, enn tað gjørdi í heyst. Stuðulsspælararnir frá í fjør eru mestsum allir framvegis í Fuglafirði. Rógvi Jacobsen er komin fyri seg, eftir at hann størsta partin av síðsta kappingarári var skaðaplágaður, og Karl Løkin er nýggjur á miðvøllinum.
Serliga eyðsýnt er tað, at Jákup Mikkelsen nú verjir málið. At ÍF hevur fingið besta og mest roynda føroyska málverjan at standa millum stólparnar, fer ivaleyst at bera við sær, at samlaða úrtøkan fer at verða nøkur stig fleiri, enn hon annars hevði verið, og tað fer sjálvsagt at gera mun.
Abraham Løkin hevur síðani ársskiftið arbeitt bæði við kropsliga partinum og bóltspælinum. Hugburðurin tykist vera góður. ÍF-spælararnir fara ivaleyst at vinna fleiri nærdystir, enn teir plaga, teir fara at halda meiri upp á bóltin, enn teir plaga, og álopsparturin fer at verða meiri skipaður, enn hann í nógv ár hevur verið.
Í fjør var tað onkra ferðina heilt gott, og viðhvørt hekk tað als ikki saman. Avbjóðingin verður nú at fáa avrikini at vera meiri støðug og harvið at lyfta botnstøðið, sum tað plagar at verða tikið til.
Intensiteturin í venjingunum er høgur, nógvir eru um boðið, og tað eigur at borga fyri góðsku. Bartal Eliasen hevur í nógv ár verið álitið í verjuni. Hann er burturstaddur, og tað verður ikki roknað við honum, men kanska verður hann eina ferð seinni í summar kortini at síggja í reyðu troyggjuni.
Høgni Zachariassen verður roknaður sum miðverjuálit. Kappingin um plássið undir liðini á honum stendur millum Ennigarð-brøðurnar Poul og Kaj, Una Reinert Petersen, Rúna Elttør, Jákup Mohr og Óla Jákup Olsen.
Saman við onkrum av omanfyri nevndu eru Áki Petersen og Jan Ellingsgaard góð boð upp á vongverjarnar. Nenad Saric, Dánjal á Lakjuni og Andy Olsen eru fínir síðuspælarar. Karl Løkin, Alexander Jovevic, Frank Poulsen og Fritleif í Lambanum teljast millum teir, ið kappast um sentralar leiklutir á miðvøllinum, har Ari Ó. Ellingsgaard og Sverri Ellingsgaard eisini eru við. Saman við Rógva Jacobsen kappast Øssur Dalbúð og Atli Petersen um fremstu plássini.
Í hesum umfarinum hevur ÍF verið tvey ár í bestu deildini. Bæði í 2008 og í 2009 endaðu fuglfirðingar á sjeynda plássi. Tað verður ikki so nógv tosað um tað nú, men tað kann væl vera, at tað hesa ferð fer at hilnast betri enn so. Møguleikarnir tykjast at vera til tað.