Ein sigur og tríggir javnleikir. Seks stig og 10. plássið og 12 stig fram til 9. plássið. Soleiðis vóru tølini hjá ÍF í fjør.
At eingin kvalifiseraði seg at flyta upp úr næstbestu deildini er orsøkin til, at ÍF aftur í ár er partur av bestu deildini.
Og fuglfirðingar leggja nógv fyri í royndini at vinna betri úrslit, enn teir megnaðu ífjør. Í kvøld vandu teir fyri fyrstu ferð í Fløtugerði í hesum árinum.
-Sjokkúrslitið í fjør rakti okkum meint. Tað einasta, vit kunnu gera, er við hørðum arbeiði at koma afturíaftur, sigur liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard, og hann heldur fram:
-Tvær vikur eftir kappingarlok fóru vit í aftur arbeiðshandskarnar. Í november og desember hevur serligur dentur verið lagdur á skaðafyribyrgjandi venjingar og á at fáa grundformin upp á pláss. Huglagið er gott, og spælararnir eru svangir og spentir at vaska farna kappingarár av sær.
Jan Ó. Ellingsgaard veit at siga í frágreiðing til ÍF fjeppararnar, at ÍF liðið fer til Turkalands á venjingarlegu í februar. Venjingarlegan er løgd stutt undan kappingarbyrjan. Fyrsta umfar í landskappingini er sett at vera sunnudagin 8. mars, tá ið ÍF skal spæla ímóti Víkingi á útivølli. Spælararnir hava lagt nógv fyri í arbeiðnum at fíggja venjingarleguna í Turkalandi.
Í Fuglafirði eru teir í holtur við at byggja nýtt ítróttarhús, sum teir rokna við verður liðugt seinni í ár.
Venjarar hjá ÍF eru Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen.