Tað sum hevur eyðkent øll fíggjarlógaruppskotini hesi fimm árini, sum Karstin Hansen úr tjóðveldisflokkinum hevur verið landsstýrismaður í fíggjarmálum, er smyrsl og smink so tað stendur eftir.
Á útreiðslusíðuni hava tølini á fleiri greinum og á fleiri rakstrarstøðum verið undirmett, við tí fyri eyga, at fíggjarlógaruppskotini skuldu sýna eitt hóskandi stórt avlop, soleiðis at landsstýrismaðurin, tjóðveldisflokkurin og samgongan annars, kundu seta sær ein fjøður í hattin.
Men tað sær als ikki so gott út, sum landsstýrið og samgongamn vilja gera tað til. Veruleikin er nevniliga ein heilt annar. Tá vit líta aftur um bak, og taka eykajáttanarlógirnar við, síggja tey veruligu tølini nógv øðrvísi út.
Tá gerst myndin meira døpur. Hesi árini hevur landsstýrið framlagt ikki minni enn 20 uppskot til eykajáttanarlógir. T. v. s. at í miðal hava vit fingið fýra eykajáttanarlógir um árið hesi fimm árini borgarliga fullveldissamgongan hevur sitið. Samlaða útreiðslan á hesum 20 eykajáttanarlógunum hevur verið 635 mió. kr. ella í miðal 127 mió. kr. um árið.
Og fyri at sleppa undan tí heilt stóra skrædlinum á hesi fíggjarlógini, hava landsstýrið og samgongan funnið uppá tey hyggjuráðini, at selja almennar bygningar og at tveita kostnaðarmikil málsøkir út til kommunurnar at umsita. Skúlabarnaflutningurin er eitt dømi, barnaforsorgin og barnaheimið eru onnur dømi. Í verandi fíggjarári kostar Barnaforsorgin 32 mió. kr.
Samstundis, sum stórar upphæddir verða tveittar yvir á kommunurnar, bólgnar almenna miðfyrisitingin, sum nú kostar umleið 140 mió. kr. Vit hava níggju ráðstovur. Til sammetingar kann verða nevnt, at í Japan har 120 mió. fólk búgva, hava tey 13 ráðstovur og 13 ráðharrar. Almenn partafeløg, eitt nú Føroya Tele, fær álagt at útluta landskassanum 17 mió. kr. Alt fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Tað er beinleiðis láturligt, tá vit so lesa í tí lítla bóklinginum, hvat landsstýrismaðurin sigur í sjálvum innganginum. Hann sigur: "Endamálið við hesi frágreiðing er at lýsa, hvussu landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur búskaparpolitikkin til rættis, undir teimum búskaparligu fortreytum, sum eru, og teimum stevnumiðum, sum samgongan er samd um."
Um tilrættaleggingin hjá landsstýrismanninum var neyv og skilagóð, so skuldi verið óneyðugt, bert eftir fimm árum, at komið við heilum 20 eykajáttanarlógum við eini samlaðari útreiðslu á 635 mió. kr. Hetta talar fyri seg og sigur okkum, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum als ikki leggur nakran fíggjar- og búskaparpolitikk til rættis. Talan er heldur um væntandi fíggjar- og búskaparpolitikk.
Í lítla bóklinginum "Frágreiðing Fíggjarlógaruppskotið 2004" sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum m. a.: "Í 2004 verða sparingar framdar við at tillaga landsumsitingina, og við at gera neyðugar dagføringar og tiltrongdar broytingar í lógarbundnu útreiðslunum, soleiðis at tær støðugt verða tillagaðar føroyskum viðurskiftum."
Hyggja vit so nærri eftir, hvørjar hesar sparingar og tillagingar eru, so síggja vit, at landsumsitingin, sum á fíggjarlógini fyri 2003 fekk 138 mió. kr., eftir uppskotinum fyri 2004 skal hava 136 mió. kr. Heilar 2 mió. kr. á muni ella ein sparing á 2 mió. kr. Tað er ikki eiti á sparingar og tillagingar.
Tá vit fyri einum ári síðani viðgjørdu uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, roknaðu landsstýrið og samgongan við, at fíggjarlógin skuldi sýna eitt avlop á 92,3 mió. kr., eftir at rentur og avdráttir av lánin-um í danska ríkiskassanum vóru goldin. Umboðini fyri andstøðuna mæltu ímóti og roknaðu við einum halli.
Nú um dagarnar lesa vit í bløðunum, at árið 2003 roynist munandi verri enn samgongan samtykti. Ístaðin fyri eitt avlop á 92,3 mió. kr. eftir avdráttir, verður nú roknað við einum halli á 91 mió. kr. Sama blað veit at siga, at gjaldførishallið verður fíggjað av landsbankanum. Tað stutta av tí langa er, at andstøðan fekk rætt, og ein annar spurningur er so, hvussu støðan hjá landsbankanum verður í framtíðini.
Lat meg so leggja aftrat, at hesi fimm árini hjá sitandi samgongu, er játtanin til landsumsitingina hækkað úr 53,8 mió. kr. upp í 136 mió. kr. Í hesum sambandi skal eg nevna, at vit í hesum tíðarskeiði hava fingið eitt nýtt aðalráð, sum í høvuðsheitum umsitur oljumál. Og tað er ikki nógv mikið við tí, vit hava eisini fingið eina kolvetn-isskattafyrisiting. Tvey onnur ráð hava vit eisini fingið. Almanna- og heilsumálaráðið fór í tvey og sjálvstýrisfyrisitingin kom aftrat. Og hvat hendir har? Svarið er púrt onki.
Oljumálaráðið kostar 10 mió. kr. Løgmálaráðið kostar 8,7, Familju og Heilsumála-ráðið millum 10 og 11 mió. kr. Vit eru helst einasta land í øllum heiminum, sum hevur eitt oljumálaráð, landsstýrismann í oljumálum og kolvetnisskattafyrisiting, uttan nakra olju. Danir pumpaðu olju upp úr undirgrundini í eini 10 ár, áðrenn teir skipaðu eitt oljumálaráð og tilnevndu ráðharra í orku- og umhvørvismálum.
Eg veit ikki hvussu eg skal málbera meg. Vit hava oljumálaráð og landsstýrismann í oljumálum, men onga olju; eg sigi bara "fínt skal tað vera" og dýrt gjørdist gamla sjálvstýrisklípið, sum heldur illa lagaða borgarliga fullveldisgarðinum uppi. Eisini hava vit eitt málsøki, ið eitur lógarmál, men økini, sum skuldu ligið undir tí ráðnum, eru donsk burtur av. Eg hugsi um løgreglumál og dómsvaldið.
Í lítla bóklinginum, eg sipaði til fyri løtu síðani, sigur landsstýrismaðurin eisini: "Høvuðsraðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum 2004 eru omanfyri 40 mió. kr." Eg veit ikki hvat landsstýrismaðurin sipar til. Og víðari sigur hann: "Høvuðsraðfest-ingarnar eru: * Heilsuøkið, *Almannaøkið og * Undirvísingarøkið.
Í sjálvum uppskotinum til fíggjarlóg er raðfestingin fyrst Almannaøkið, síðani Heilsuøkið og so útbúgvingarøkið. Men hetta er als ikki nakað nýtt. Við undantak av nøkrum árum, tá minstuløn og annar stuðul til fiskivinnuna, var millum tær størstu játtaninar á fíggjarlógini, hevur raðfestingin altíð verið 1) Almannamál, 2) Heilsumál og 3) Útbúgvingarøkið. Her hava allar samgongur og allir flokkar verið samdir um raðfestingina.
Í almennu viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 2002 segði landsstýrismaðurin m. a.: "Tá ið arbeiðið við búskapargrunninum er liðugt, og hann verður settur á stovn, verður broytingaruppskot til fíggjarlógina lagt fyri løgtingið". Og víðari segði landsstýrismaðurin:
"Ein upphædd svarandi til árligu heildarveitingina verður hereftir flutt í búskapargrunnin." Hasi vóru orðini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum fyri tveimum árum síðani. Men vit hava hvørki hoyrt orð ella eið aftur um hendan búskapargrunnin. Eg spurdi um hetta fyri einum ári síðani og loyvi mær at endurtaka spurningin nú.
Eg loyvi mær at spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, um tað verður arbeitt við spurninginum um at skipa ein búskapargrunn ella ikki, og um svarið er játtandi, er mín næsti spurningur, hvussu langt er hetta arbeiði komið. Um svarið er noktandi, vil eg spyrja landsstýrismannin, um samgongan endaliga hevur slept ætlanini um at stovna ein búskapargrunn. Samstundis kundi eg hugsað mær at spurt eftir skiftis-grunninum, sum løgmaður hevur tosað so nógv um.
Høvuðstøl
Uttan at fara niður í smálutir skal eg loyva mær at nevna nøkur høvuðstøl í fíggjarlógaruppskotinum. Samlaðu inntøkurnar verða mettar til 3 mia. 572 mió. kr. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 3 mia. 182 mió. kr. Íløgurnar eru settar til 247 mió. kr. og rentuútreiðslurnar til 41 mió. kr.
Fyri tveimum árum síðani skerdi samgongan heildarveitingina við 366 mió. kr. Tað vil siga at inntøkusíðan kundi verið tær 366 mió. kr. og dýrtíðarreguleringina hægri. Hetta skal eg venda aftur til seinni.
Tá vit viðgjørdu uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, segði eg, at inntøkurnar vóru settar ov høgt, og at fleiri tøl á útreiðslusíðuni vóru undirmett. Og nú gongur sjón fyri søgn.
Á framløgdum uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2003, verða inntøkurnar á grein 20, sum eru rentuinntøkur av innistandandi, vanligur landsskattur, partafelagsskattur og skrásetingargjald lækkaðar við tilsamans 104,7 mió. kr.
Hetta verður gjørt sambært dagførdari meting av inntøkum landsins, verður sagt í viðmerkingunum, men hetta segði framsøgumaður javnaðarfloksins longu fyri einum ári síðani. Við eykajáttanarlógum og fíggjarnevndarskjølum er útreiðslusíðan hækkað við 78 mió. kr.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, restin av landsstýrinum og samgonguflokkarnir á tingi, vóru heilar 183 mió. kr. við síðuna av, tá uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003 varð viðgjørt og samtykt.
Eg kann ikki lata vera við at venda aftur til orðini í tí lítla bóklinginum, har landsstýrismaðurin sigur, at endamálið við frágreiðingini er at lýsa, hvussu landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur fíggjar- og búskaparpolitikkin til rættis.
Kunnu vit kalla tað tilrættalegging, tá vit bert í einum fíggjarári eru heilar 183 mió. kr. við síðuna av teim veruligu tølunum? Nei, hetta ber boð um ein skilaleysan "sum best ber til politikk", har ikki verður hugt fram um nøsina.
Og eg eri sannførdur um, at tølini á framlagda upp-skotinum til fíggjarlóg fyri 2004, heldur ikki fara at halda. Í hesum sambandi skal eg bert nevna eitt øki og tað er heilsuøkið. Eg rokni við at bara játtanin til hetta øki er undirmett við umleið 20 mió. kr.
Heldur ikki er hædd tikin fyri, at lønirnar hjá almennum starvsfólkum fara at hækka. Hesar hækka við 2,9 prosentum 1. oktober í ár og aftur við 2,9 prosentum 1. oktober næsta ár.
Haraftrat hækkar inngjaldið hjá tí almenna í eftirlønargrunnin hjá almennu starvsfólkunum við 1 prosenti l. oktober í ár og aftur 1. oktober næsta ár. Haraftrat verður arbeiðstíðin stytt. Á fíggjarlógaruppskotinum er hædd ikki tikin fyri hesum meirút-reiðslum og runt roknað snýr hetta seg um 100 mió. kr.
Eftir uppskotinum verður játtanin til inntøkutrygd hjá fiskimonnum skerd munandi. Roknskapartølini fyri 2002 sýna eina nýtslu á 22,9 mió. kr. Í ár er játtanin 20 mió. kr., men á uppskotinum fyri 2004, verður mælt til bert at játta 16 mió. kr. Ein skerjing á 7 mió. kr. í mun til nýtsluna í 2002.
Eftir ynski frá landsstýrinum og samgonguni, varð heildarveitingin úr danska ríkiskassanum skerd við 366 mió. kr. og um endamálið við hesum varð sagt, at vit skuldu hava ein sjálvberandi føroyskan búskap; tí skuldi heildarveitingin stigvíst fáast av vegnum. Men nú táttar í. Nú er vandi fyri halli og fyri einum skjótt vaksandi halli á føroysku fíggjarlógini.
Hvat er so til ráða at taka? Jú, landsstýrið og samgongan fara eftir teim ungu, sum hava sett búgv ella fara at seta búgv, og eftir børnunum. Hetta verður gjørt við at lækka stuðulin til rentuútreiðslur av sethúsalánum niður í 37 prosent, og við at leggja hægri gjald á sodavatn og annað góðgæti, sum børn í Føroyum eins og børn í øðrum londum nýta sín lummapening til.
Tey, sum hava sett búgv ella fara at seta búgv, høvdu roknað við, at stuðulin til rentuútreiðslur ongantíð skuldi lækka meira enn niður í 40 prosent. Men nú fingu tey annað at síggja. Nú verður munandi verri hjá hesum fólkum at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Tey skulu nú, saman við børnunum, endurgjalda landskassanum ta skerdu heildarveitingina úr danska ríkiskassanum.
Um endamálið við hækkaða gjaldinum á sodavatni og góðgæti, hevur landsstýrismaðurin sagt, at hetta verður ikki gjørt fyri at útvega landskassanum meira pening, men fyri at verja tennirnar hjá børnunum.
Eg kom at hugsa um eina skemtiliga søgu. Tað var ein smádrongur, ið bað pápa sín um pening at keypa lakreds fyri. Tosa ikki altíð um pening, segði pápin, men drongurin var skjótur at svara og segði: eg tosi ikki um pening. Eg tosi um lakreds.
Um barnastuðul stendur annars í fíggjarlógaruppskotinum, at í sambandi við at nýggj løgtingslóg um barnaforsorg (Uppskot um løgtingslóg um Barnavernd) verður løgd fyri løgtingið og økið skal fíggjast av kommununum, verður ongin peningur settur av á hesi konto.
Nú verður tosað um sama mál við fleiri tungum. Fyrr hava vit hoyrt, at tá økir verða løgd út til kommunurnar at umsita, so skal peningur úr landskassanum fylgja við, men her hevur pípan nú fingið eitt annað ljóð.
Talsfólk fyri fullveldisflokkarnar, hava ofta lyndi til at skíra heildarveitingina úr danska ríkiskassanum fyri eina olmussu, sum forðar fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi.
Sjálvur havi eg skift orð við danskar politikkarar um hendan spurning. Teir síggja ikki heildarveitingarnar úr ríkiskassanum til ávikavist Føroyar og Grønland, sum nakra olmussugávu; teir siga tvørtur ímóti, at endamálið við heildarveitingunum er, at tryggja sama livifót í øllum pørtum av ríkinum.
Talan er sostatt um eina samhaldsfasta ella solidariska skipan í einum ríkisfelagsskapi. Talan er um eina útjavningarskipan.
Sjálvberandi búskapur
Sjálvandi vil javnaðarflokkurin hava ein sjálvberandi føroyskan búskap. Tað er og verður altíð okkara endamál og okkara stavnhald, men tíðin var ikki komin til tess, at vit kundu skerja heildarveitingina við 366 mió. kr.
Taka vit fyrst almanna- og heilsuøkið, so er stórur tørvur á íløgum, bæði tá talan er um almannaverkið og heilsuverkið. Eg kann nevna íløgur í ellis- og røktarheim, í eldra sambýlir, í eldra bústaðir, umframt størri játtan til heimarøktina. Heilsuverkið hevur tørv á størri játtan, bæði til íløgur, viðlíkahald og rakstur.
Løgtingsins fíggjarnevnd hevur vitja á sjúkrahúsinum seinastu árini og við egnum eygum hava fíggjarnevndarlimirnir sæð tann stóra tørvin á játtanum, bæði til viðlíkahald og til íløgur. Eisini kann eg nevna tørvin á at byggja íbúðir til sálarsjúk og til menningartarnað. Somuleiðis tørvin á at byggja eldraíbúðir, vardar íbúðir og røktarheim. À samferðsluøkinum er eisin stórur tørvur á íløgum.
Eitt samfelag, sum ikki megnar at røkja grundleggjandi tænastur til borgarnar, hevur ikki ráð at frásiga sær inntøkur, sum í hesum førinum 366 mió. kr. um árið.
Eg skal enda við somu orðum, sum eg endaði framsøgurøðuna við fyri einum ári síðani. Tá segði eg, at hóast framlagda fíggjarlógaruppskotið, eftir okkara tykki hevði nógv og álvarsom brek, so vildi javnaðarflokkurin kortini bjóða til eitt breitt og dygdargott samstarv í fíggjarnevndini.
Endamálið við teirri útrættu hondini frá javnaðarflokkinum var, at vit skuldu bøta um brekini í framlagda uppskotinum, soleiðis at vit aftaná viðgerðina í fíggjarnevndini kundu fáa eina fíggjarlóg fyri komandi fíggjarár, sum kundi verða føroyska sam-felagnum og øllum fólkinum til størst møguligt gagn.
Hetta tilboðið seta vit eisini fram í ár. Landið skal hava eina fíggjarlóg, og ábyrgdarfullur, sum javnaðarflokkurin altíð er, vil hann sjálvandi samstarva við allar flokkar um hetta álvarsama, sera stóra og týdningarmikla mál.