Fíggjarliga grundarlagið er sterkt

Men bólkurin, sum fyrireikar ætlanina um undirsjóvartunlar á Skálafjørðinum, heldur ikki, at tað ber til at halda fram, fyrrenn politiski myndugleikin hevur givið sítt viðmæli

SKÁLAFJARÐARTUNLARNIR

Fimm og eitt hálvt ár. Tað er tíðin, sum skal til, frá tí at loyvið er givið at fara undir ætlanina at gera tunnil tvørtur um Skálafjørðin og tunnil til Suðurstreymoy, og inntil tað fer at bera til at koyra í tunnlunum.
- Sjálv byggitíðin verður trý og eitt hálvt ár. Um tað varð farið undir fyrstu fyrireikingarnar í oktober í ár, so siga metingarnar hjá okkum, at tað hevði borið til at koyrt á sumri í 2011. Nú eru vit eitt sindur aftanfyri løgdu tíðarætlanina. Nær tað fer at verða koyrandi er ikki greitt enn. Tað valdast um, nær tað fer at bera til at fara víðari við fyrireikingunum. Felag skal stovnast, forprojekt skal gerast, samráðingar skulu vera við Vinnumálaráðið, tingið skal gera sítt, og ætlanin skal detaliprojekterast. Men vit halda, at tað ber til at gera alt fyrireikingararbeiðið í tvey ár og so at arbeiða við tunnlunum í trý og eitt hálvt ár, sigur Niklas Foldbo, verkfrøðingur og limur í fyrireikingarbólkinum, og sum í sínum starvi hjá Landsverkfrøðinginum og hjá pf. Vágatunnlinum hevur nógvar royndir í tunnilsarbeiði.
- Á Skálafjørðinum eru nógvar kanningar gjørdar. Í miðfláunum er gott at gera tunlar, men í einstøkum støðum verður neyðugt at leggja upp fyri rivum. Í Tangafirði verður neyðugt at gera fleiri kanningar, og har er dýpið upp til 80 metrar. Har verður komið í ovastu fláirnar, og royndirnar vísa, at tað kanska er torførari at borða í teimum. Men talan er ikki um trupulleikar, sum tað ikki kann vinnast á, sigur Martin Heinesen, limur í fyrireikingarbólkinum.
- Vit eru klárir at fara víðari við kanningararbeiðnum. Kostnaðurin av fyrireikingararbeiðnum, sum skal til, er mettur til seks milliónir krónur. Tí er neyðugt, at landsstýrið kemur við signalum um, hvat teir vilja og ætla, áðrenn vit kunnu fara víðari, sigur Ingi Høgjaard.
- Talan er um rættuliga sterkt fíggjarligt grundarlag. Vit rokna við ávísum ferðslulopi. Sambært ferðslusimuleringarnar, sum vit hava gjørt í samráð við ferðsluráðgevarafelagið Rambøl & Nyvig í Danmark, fer hetta at bera við sær, at bilatalið fyrsta árið verður 4850 um samdøgrið, og at tað eftir tjúgu árum fer at vera hækkað til 8341 bilar hvørt samdøgur. Prísurin fer fyri privatbilar at vera tíggju krónur fyri at koyra tvørtur um Skálafjørðin og umleið fjøruti krónur fyri størri bilar. Tað fer at kosta fjøruti krónur fyri privatbilar at koyra millum Eysturoy og Suðurstreymoy - tá fer tað einki at kosta at koyra tvørtur um fjørðin - og kostnaðurin fyri størri akfør ætlast at liggja um 190 krónur. Um eginpeningurin verður hundrað milliónir, um lánsupphæddin verður 700 milliónir, um roknað verður við 7 prosentum í rentu, og avdráttartíðin verður 25 ár, so verður úrslitið út frá okkara fyritreytum fyrsta árið 13,2 prosent í eginpeningsavkasti, upplýsir Tummas Eliasen, limur í fyrireikingarbólkinum.
Hann vísir harvið á, at ætlanin hongur saman, hóast ferðslutíttleikin ikki fer at økjast so nógv, sum tað verður roknað við, og hann vísir eisini á, at tað aðra staðni í Europa er vanligt at rokna við longri avdráttarskeiðum, enn tað verður roknað við í Føroyum.
- Vágatunnulin skal avdragast í fimtan ár. Tað er lutfalsliga ógvuliga stutt áramál. Í Noregi verður konsessiónin ella loyvi vanliga veitt 30 ár, og avdráttartíðin er sett til 25 ár. Longri suðuri í Europa er avdráttartíðin í sovonrum førum ofta hálvt hundrað ár, sigur Tummas Eliasen.