Fíggjarligt Støðufesti er á fundi í Danmark, og tí eru teir ikki við á tíðindafundinum beint nú.
Tað segði Birgir Mohr, nevndarformaður, tá hann varð spurdur, hvar minnilutaeigarin av Eik var í dag. Spurdur, hví umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti vóru á fundi við landsstýrismannin fyrr í vikuni, dugdi Birgir Mohr ikki at svara hesum.