Fíggjarmálaráðharrin var í iva

Máti skal vera við viðráki, nú tá ið effektivu veðhaldini eisini eru farin at renna inn í landskassan. Ein sólskinssøga, sum valla nakar frammanunda hevði megnað at spátt um, sigur Torbjørn Jacobsen m.a. í viðmerkingum til fyrispurning til Jørgen Niclasen

ÓLAVUR Í BEITI


Torbjørn Jacobsen hevur sett Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, fyrispurning í sambandi við eykajáttanarfíggjarlógina undir lá, effektiv veðhald o.t. Torbjørn Jacobsen vil m.a. hava at vita, hvønn goldið verður fyri, og hvør er tað, sum rindar aftur nevnda veðhald, hvussu eitur reiðaríið og somuleiðis skipið? Og løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvør orsøkin er til, at hesi effektivu veðhald verða goldin nú og við júst teimum nevndu upphæddunum? Eisini vil hann hava at vita, hvussu fíggjarstøðan er hjá viðkomandi reiðaríi? - Landsstýrismaðurin verður biðin um at koma við einari dokumentatión hesum viðvíkjandi! krevur Torbjørn Jacobsen.


Spurdi fíggjarmálaráðharran

Í viðmerkingunum, sigur Torbjørn Jacobsen, at seinast, tá ið ófráboðaðir fyrispurningar vórðu settir og svaraðir á Løgtingi, spurdi hann fíggjarmálaráðharran, um hann kundi gera greiðu á, hvaðani tølini á stavaðu, og hvussu samanhangurin var í hesum máli. Tað var greitt, at landstýrismaðurin var í iva um hesar upphæddir og segði seg bara kunna gita sær til, hvaðani tær stavaðu, eftir teimum frágreiðingum, hann hevði fingið úr fiskimálastýrinum, sigur Torbjørn Jacobsen.

Og víðari sigur hann, at fiskimálaráðharrin gjørdi onga roynd at greiða tingmonnum og harvið Føroya fólki frá málinum, og tí verða spurningarnir settir fram.


Ein súla

? Veðhaldini, ið seinni gjørdust effektiv, vóru ein súla undir tí serliga slagnum av sosialdemokratiskum koloni-búskapi, sum Føroyar í eitt longri tíðarskeið vóru vælsignaðar við. Onkur kallaði henda avanseraða blandingsbúskapin fyri privat-kommunismu, og avleiðingarnar gjørdust líka svárar sum allastaðni har, ið mørkini í millum alment og privat gerast ógreið og at enda hvørva.

? Ongin hevði væntað, at effektivu veðhaldini ein dag fóru at gerast ein lukrativ forrætning fyri hin føroyska landskassin. Soleiðis, sum ein í fyrsta umfari og eygnabragdi lesur eykafíggjarløgtingslógina við nærum ongum viðmerkingum, ber illa til at koma til aðra niðurstøðu enn hana, at her er ein rættilig kúvending farin fram. Máti skal vera við viðráki, nú tá ið effektivu veðhaldini eisini eru farin at renna inn í landskassan. Ein sólskinssøga, sum valla nakar frammanunda hevði megnað at spátt um.

? Tað er yvirhøvur semja í samgonguni um, at gerast skal upp við hin gamla vinnulívspolitikkin, sum nærum gjørdi enda á samfelagnum. Skottast skal upp í millum alment og privat, og vinnan skal hava greiðar karmar og góð kor at virka undir. Tað er í tí ljósini, at spurningarnir verða settir fram, leggur Torbjørn Jacobsen herðslu á.


12,2 mió.

? Viðvíkjandi veðhaldunum fæst bara at vita, at útreiðslujáttanin umfatar tær veðhaldsskyldur, sum landskassin hevur mótvegis fiskiskipum, og harafturat verður upplýst, at inntøkujáttanin er afturgjald av goldnum borganum. Talan er um eina játtan á útreiðslusíðuni fyri veðhald, áljóðandi 1 millión krónur, í meðan inntøkusíðan er uppgjørd til 3,0 millónir krónur.

? Eykajáttanin er uppgjørd til 9,2 milliónir krónur og harvið koma játtan og eykajáttan tilsamans upp á 12,2 milliónir krónur.


Siga lítið

? Viðmerkingarnar til hesa konto siga lítið og einki um, hvat ið málið í heila takið snýr seg um. Sigast má, at landsstýrið av eini ella aðrari orsøk er sera afturhaldandi fyri ikki at siga pírið við upplýsingum og greiningum í hesum máli. Annaðhvørt við vilja ella vónandi av berum gáloysni verður m.a. einki orð nevnt um, hvør ið skuldarin er, ella hvussu tað ber til, at júst hesi tølini eru komin at standa á játtanini og annars, hvørjar ið orsøkirnar eru til, at henda játtanin er komin at standa á eykafíggjarløgtingslógini og er vorðin so serliga aktuel beint í hesum tíðarskeiði.

Og Torbjørn Jacobsen vónar, at málið við hesum fyrispurningi verður meiri nágreiniliga lýst, soleiðis at vanligi skattaborgarin fær eitt betri innlit í, hvussu hansara peningur verður umsitin, og at hann harumframt eisini kann fáa eina haldgóða trygd fyri, at hitt neyðuga fyrilitið og skynsemið er leisturin frá almennari síðu, tá ið stuðul av slíkum slagi verður veittur.