Fíggjarlógin hevur seinastu vikurnar verið til umrøðu í fíggjarnevndini. Bæði formaðurin og næstformaðurin í fíggjarnevndini, Óli Breckmann og Vilhelm Johannesen, siga, at arbeiðið gongur sína gongd, men ásanna, at enn er langt mál. Umframt at viðgera sjálva fíggjarlógina, so hevur fíggjarnevndin úr at gera við øðrum málum.
Vilhelm Johannesen greiðir frá, at í løtuni eru níggju mál til viðgerðar í fíggjarnevndini, og tað darvar fíggjarlógararbeiðinum nakað. Nevnast kann, at bæði broytingar í skattalóggávuni og tolllógini eru í løtuni í fíggjarnevndini.
Framvegis gjøgnumgongd
Vilhelm Johannesen hevur drúgvar royndir í fíggjarnevndararbeiði, og hann velur býta fíggjarlógarviðgerðina í fíggjarnevndini í tríggjar partar.
? Vit ganga fyrst ígjøgnum teir ymisku partarnar í fíggjarlógini. Síðan bjóða vit løgmanni, landsstýrismonnunum og pørtum frá vinnuni til eina hoyring, har vit kunnu seta teimum spurningar. Seinasti partur er politiska viðgerðin, har endaliga álitið frá fíggjarnevndini verður skrivað. Í hesum parti býtur fíggjarnevndin seg vanliga í ein minni- og meiri luta, greiðir næstformaðurin, Vilhelm Johannesen, frá.
Spurdur, um hvussu langt fíggjarnevndin er komin, svarar næstformaðurin, at fíggjarlógin verður framvegis gjøgnumgingin, so viðgerðin er ikki komin so langt. Gjøgnumgongdin verður væntandi liðug í dag, og síðan verður farið undir hoyringina.
Spurdur, um tað longu nú eru mál, sum limirnir í fíggjarnevndini eru ósamdir um, svarar Vilhelm Johannesen, at tað er alt ov tíðliga at tosa um nøkur stríðsmál, tí tey koma vanliga ikki fram í ljósmála fyrr enn politiska viðgerðin verður á skránni.