Á Kambsdali tók ÍF ímóti Mjølni. Liðini liggja á odda í lands – og steypakappingini, so eftir øllum at døma, átti hesin dysturin at gerðast spennandi, men í gjár vóru ÍF sterkir.
Mjølnir legði væl út og vunnu 1. settið. Teir spældu væl og kontant. Blokkurin stóð sum ein múrur fyri álopunum hjá ÍF. Annað settið kom ÍF betur frá byrjan, og spældu teir væl og fjølboytt. Seliga var tað miðjan hjá ÍF, sum gjørdist meira sjónlig á vøllinum. Teir vunnu settið trygt.
3. settið gjødist eisini javnt og spennandi, men ÍF vann settið. Nú var støðan 2-1 til heimaliðið. 4. settið varð merkt av, at Mjølnir broytti upptilling. Tað góða flogbóltspælið dalaði nakað. Liðini gjørdu nógvar feilir. Tá avtornaði, vann ÍF settið og sostatt dystin 3-1.
Hálvfinalurnar verða spældar 13. februar í Klaksvík. ÍF skal at spæla móti SÍ. Mjølnir spælir móti Fleyr, sum vann sín dyst 3-0 móti SÍ.
Flogbóltur, steypakapping menn:
ÍF - Mjølnir 3-1 (21-25, 25-23, 25-19, 25-20)