Fleyr-ÍF 0-3
24-26, 15-25, 19-25.
Flogbóltur
Á pappírnum fór dysturin millum FLEYR og ÍF at verða tann mesat javni og spennandi. Áðrenn dystin lá FLEYR á 3. plássi og ÍF á 4. plássi. Hóast dysturin vísti seg at verða ógvuliga javnur í byrjanni og serliga í 1. settið so vísti tað seg at enda, at ÍF vann lættliga. Fuglfirðingarnir kundu fara glaðir norð við einum 3-0 sigri
1. sett
Fyrsta settið var tað mest undirhaldandi og javnasta settið. FLEYR kom best frá byrjan og legði seg framum, og varð frammanfyri helvtina av settinum. ÍF gjørdi nógvar persónligar feilir, og vanliga verður hetta revsað, tá spælt veðrur móti Fleyr. ÍF kom skjótt aftur, og hálvegis í settinum var javnt í stigum. FLEYR tók annað skinn um bak og vunni fleiri bóltar soleiðis at støðan bleiv 24-20 og harvið fýra settbóltar. Leikandi venjarin hjá ÍF, Boban Ilic, tók eitt time-out nú støðan 24-20, og tað vísti seg at verða lykilin til vendingina. Bóltin aftaná time-outið hjá ÍF vunnu fuglfirðingarnir, og Bartal Eliassen fór aftur á baklinjuna at serva. Hann servaði so mikið væl at tað bliev javna út til 24-24 og hann servaði eisin settið heim.
ÍF ÍF og ÍF.
ÍF byrjaði 2. sett har teir sleptu við fyrstu. Fuglfirðingarnir komu skjótt frammum 1-4. Álopið hjá FLEYR koyrdi ikki rættiliga, og nógvar misskiljingar ávirkaðu spælið hjá havnarmonnunum. ÍF var frammanfyri alt settið við fleiri stigum, og tá spælið hjá FLEYR ikki koyrdi sum tað skuldi, so gekk tað skjótt fyri seg. Tá nógv stóð á hjá FLEYR varð onkuntíð hevað á miðjuna til Steinar Eiriksstoft, sum so vann bóltanar annaðhvørt við lobb ella einum góðum smasji. ÍF koyrdi við nógvum kantspæli har tað serliga vóru Boban Ilic og Bartal Eliassen ið vunnu álopini. Sum áður sagt so legði ÍF seg beinanvegin framum1-4 og tað bleiv skjótt til 6-12, 10-17, 13-22 og endin var at ÍF vann 15-25. ÍF leikti ógvuliga einkult við at heva alt út á kantanar. FLEYR skuldi kanska roynt seg við at heva meira á miðjuna, tí tað sum fór út at kantin kom ikki nógv burturúr.
ÍF trektið longsta stráði
Byrjanin til 3. sett var heilt ein onur enn tann í 2. setti. Liðini leiktu eins væl og tey fylgdust allan vegin upp til 15-15. Bæði liðini koyrdu teir flestu hevingarnar á kantarnar, og hjá Fleyr eru kantanir Klæmint Isaksen og Andrass Jógvanson. Smasjuni í hesum settinum vóru nógv harðari enn í hinum settinum, og tað var samstundis meira undirhaldandi at hyggja at. Tá støðan var 15-15 og ÍF hevði vunnið bóltin, fór Boban at serva. Hann servaði ikki minni enn 6 servur á rað. Fleyr gjørdi ógvuliga nógvar feilir, og tískil follu stigini lættliga til ÍF. Støðan var nú blivin 15-21 til ÍF og FLEYR stabiliseraði seg aftur, men munurin var ov stórur og tað endaði við at Kenneth Neshamar sló sigurin heim til 19-25.
Samanumtikið so var tað ein vælfortjentur sigur til ÍF. Móttøkurnar hjá FLEYR lógu ikki so illa at tær ikki kundu hevast á miðjuna, og ein kann so spyrja seg sjálvan hví teir ikki brúktu sínar miðleikarar meira tá tað gekk so illa hjá høvuðssjarunum. Fuglfirðingar eru kendir fyri at verða ógvuliga treiskir at leika ímóti av tí at teir kjempa so væl á gólvinum og hesin dysturin var heldur ikki nakað undantak.