Nú tað resta sjey umfør av landskappingini, sær tað svart út hjá ÍF.
Fýra dystir vóru spældir í dag, og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at tað nú skulu í hvussu so er tvey umfør til, áðrenn tað verður møguleiki hjá fuglfirðingum at fáa fatur á teimum, sum eru omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Toppliðið B36 vann 3-0 á ÍF, og eftir tættan 1. hálvleik, so var klassamunur í 2. hálvleiki, tá ið teir reyðu vóru máttleysir.
Víkingur var á veg ímóti rættuligum stórsigri á Sandi, tá ið teir vóru frammanfyri við fýra málum ímóti B71, sum var undirmannað allan 2. hálvleik. Men so tóku víkingarnir sær av løttum, og tað endaði 4-1, tí sandoyingar fram ímóti dystarenda minkaðu um munin við brotssparki.
Mikukvøldið fær ÍF vitjan av B71. Hjá ÍF er hetta síðsti møguleikin at fáa fatur á kappingarneytunum. Hjá B71 er spurningurin, um tað kann birta nýggja vón, um tað eydnast at vinna fulla úrtøku í Fuglafirði.
B36 og Víkingur eru framvegis í parkapping um fremsta plássið, og eftir 5-1 heimasigurin á NSÍ í gjár er EB/Streymur á triðja plássi, har teir í Sundalagnum lúra eftir toppplássunum.
Umframt B71 og ÍF var tað bara eitt av liðunum, sum er strongt í botninum, ið einki fekk burturúr ídag. Tað var HB, sum í dýrdarveðrinum er á veg av Toftum við 1-0 tapi.
Í Sørvági var tað málleyst, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Eftir lítlari løtu legði 07 Vestur seg framum v ið tveimum málum, men KÍ megnaði at svara aftur. Úrslitið varð 2-2, og harvið eru seks stig frá KÍ og HB og aftur til ÍF og fýra stig frá ÍF og fram til 07 Vestur.
Heimasigurin á HB ber við sær, at B68 flutti av sjeynda og fram á fimta pláss. B68 er nú sjey stig frá niðurflytingarplássinum og seks stig frá fjórða plássinum, sum NSÍ framvegis er á.
20. umfar
EB/Streymur-NSÍ 5-1 (4-1)
1-0: Leif Niclasen 8.
2-0: Daniel Udsen br 40.
3-0: Pætur Dam Jacobsen 45.
4-0: Gert Hansen 45.
4-1: Árni Frederiksberg 45.
5-1: Levi Hanssen 75.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen (Poul G. Olsen, 78.), Levi Hanssen, Daniel Udsen (Arnar Dam, 68.) - Leif Niclasen, Sorin Anghel (Pauli G. Hansen, 46.), Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Egil á Bø
NSÍ: Andras Gango (Jens Martin Knudsen, 46.) - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar Hansen - Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Fritleif í Lambanum, Heðin á Lakjuni (Debes Danielsen, 60.), Mamuka (Helgi L. Petersen, 46.) - Klæmint A. Olsen
Gult kort: Heðin á Lakjuni, Jens Joensen, Jens Martin Knudsen, Einar Hansen
Reytt kort: Jens Joensen (tvey gul) 38.
07 Vestur-KÍ 2-2 (0-0)
1-0: Clayton Soares 59.
2-0: Badara Diedhiou 70.
2-1: Høgni Madsen br 77.
2-2: Hjalgrím Elttør 85.
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur: Kristian Joensen Tórstein Mýlingstind, Téhé Aristide, Kingsley Amunike, Ragnar S. Nattestad Joseph Bassene, Holgar Durhuus, Jovan Panic, Eli F. Nielsen, Dánjal Rói Olsen (Badara Diedhiou, 46.) Clayton Soares
Gult kort: eingin
KÍ: Gunnar á Steig - Monrad Holm Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Sigmund G. Jacobsen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, 81.) - Álvur F. Christiansen (Jógvan Isaksen, 87.), Høgni Madsen, Philip Djordjevic, Nenad Stankovic, Kristoffur Jakobsen (Bárður J. Heinesen, 73. - Hjalgrím Elttør
Gult kort: eingin
B36-ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Símun Joensen 25.
2-0: Jonas Flindt Rasmussen 59.
3-0: Róaldur Jacobsen 71.
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Róaldur Jacobsen (Kenneth Jacobsen, 76.), Atli Danielsen, Klæmint Matras, Heini í Skorini (Ingi Højsted, 68.) - Jákup á Borg (Súni Olsen, 76.), Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Súni Olsen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Uni Reinert Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen - Dánjal á Lakjuni (Andy Ó. Olsen, 72.), Frank Poulsen, Aleksandar Jovevic, Nenad Saric (Karl Løkin, 62.), Jan Ó. Ellingsgaard (Sverri S. Ellingsgaard, 82.) - Bogi Løkin
Gult kort: Bartal Eliasen
B68-HB 1-0 (0-0)
1-0: Niclas Joensen 75.
Dómari: Petur Reinert
B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Christian S. Stokholm (Bjarki Johannesen, 69.), Niclas Joensen - Jónleif Højgaard (André Olsen, 61.), Ndende Adama Guéye, Jann Ingi Petersen, Remi Langgaard - Óli Olsen, Kristian Anton Andreasen (Ahmed Keita, 61.)
Gult kort: eingin
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen (Kristin R. Mouritsen, 69.), Magnus Egilsson (Jón Krosslá Poulsen, 56.), Hanus Thorleifsson (Pál Mohr Joensen, 86.) - Símun Samuelsen
Gult kort: Rógvi S. Holm, Fróði Benjaminsen
B71-Víkingur 1-4 (0-2)
0-1: Finnur Justinussen 22.
0-2: Sam Jacobsen br 43.
0-3: Símun Hansen 60.
0-4: Páll Klettskarð 66.
1-4: Bakari Bojang br 80.
Dómari: Lars Múller
B71: Símun Rógvi Hansen - Andrezej Kazimierz Bednarz, Bojan Zivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam - Gudmund Nielsen (Rúni Joensen, 69.), Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen (Marcus Clementsen, 37./René Clementsen, 55.), Høgni Midjord - Bakari Bojang, Tijani Mohammed
Gult kort: Andrezej Kazimierz Bednarz
Reytt kort: Bojan Zivic (beinleiðis reytt) 43.
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen (Hjartvard Hansen, 67.), Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Evrard Ble, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 64.), Símun Hansen - Finnur Justinussen (Páll Klettskarð, 64.)
Gult kort: Sam Jacobsen
hagtøl við grundarlag í dómaraseðlunum umvegis faroesoccer.com
Støðan
B36 49
Víkingur 45
EB/Streymur 41
NSÍ 29
B68 23
KÍ 22
HB 22
07 Vestur 20
ÍF 16
B71 10
Øll liðini hava spælt 20 dystir uttan ÍF og EB/Streymur, sum hava spælt 19 dystir.
21. umfar mikukvøldið 14. september:
Víkingur-B68
KÍ-B36
HB-EB/Streymur
ÍF-B71
NSÍ-07 Vestur
Liðugt.
90 min.
2-2
Spæla yvirtíð í Sørvági
85 min.
2-2
Fimm minuttir undan leikloki hevur KÍ javnað til 2-2. Hjalgrím Elttør sendi fríspark millum vinir og fíggindar og beinleiðis í málið aftanfyri Kristian Joensen.
80 min.
2-1
Í Sørvági er spenningur komin í. 07 Vestur málverjin, Kristian Joensen, feldi Álv F. Christiansen, sum var leysur, og Høgni Madsen umsetti brotssparkið til mál.
71 min.
2-0
Badara hevur økt um leiðsluna, so 07 Vestur nú er frammanfyri 2-0. Talan var um skot av brotsteigarmarkinum, sum Gunnar á Steig kanska kundi havt vart fyri, men hann slerdi bóltin í málið.
Málið er í sær sjálvum vátur klútur og ikki minni, tá ið KÍ stutt frammanundan hevði havt tveir góðar málmøguleikar.
62 min
1-0
Beint eftir 07 Vestur málið var um reppið, at KÍ javnaði, men Philip Djordjevic sendi bóltin í tvørtræið.
60 min.
1-0
Clayton Soares hevur lagt heimaliðið framum, eftir at hann fekk stikkbólt fram ímillum.
KÍ hevur bóltin meiri, men heimaliðið hevur havt besta møguleikan, tá ið Holgar Djurhuus, sum er fluttur fram á miðvøllin, var leysur og royndi ímóti málinum. Gunnar á Steig bjargaði.
46 min.
0-0
07 Vestur hevur sett Badara Diedhiou inn á miðvøllin í staðin fyri Dánjal Róa Olsen
Hálvleikur
45 min.
0-0
35 min.
0-0
KÍ hevur higartil havt bóltin meiri enn heimaliðið, sum bíðar og lúrir eftir møguleika fyri snarálopi. Higartil hevur hvørki liðið havt upplagdar málmøguleikar.
25 min.
0-0
07 Vestur-KÍ kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur: Kristian Joensen Tórstein Mýlingstind, Téhé Aristide, Kingsley Amunike, Ragnar S. Nattestad Joseph Bassene (Badara Diedhiou, 46.), Holgar Durhuus, Jovan Panic, Eli F. Nielsen, Dánjal Rói Olsen Clayton Soares
KÍ: Gunnar á Steig - Monrad Holm Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Høgni Madsen, Philip Djordjevic, Nenad Stankovic, Kristoffur Jakobsen - Hjalgrím Elttør
----
Liðugt!
90 min.
3-0
80 min.
3-0
B36 hevur fullkomuliga takið á spælinum, og fuglfirðingar tykjast mótleysir.
Kenneth Jacobsen, Súni Olsen og Ingi Højsted eru komnir inn á B36 liðið, og út eru farnir Róaldur Jacobsen, Jákup á Borg og Heina í Skorini.
Andy Olsen, sum hevur verið skaddur alt kappingarárið, er komin inn á ÍF liðið, og Sverri Ellingsgaard er komin inn á ÍF liðið í staðin fyri Jan Ellingsgaard.
70 min.
3-0
Eftir stutt horna, sneiddi Róaldur Jacobsen seg leysan, og frá brotsteigarmarkinum sendi hann bóltin umvegis okkurt ÍF bein og í handara síðunetið.
65 min.
2-0
Jonas Flindt Rasmussen hevur eftir horna og snittara við handara stólpa økt um leiðsluna, so hon nú er 2-0
Karl Løkin er komin inn á ÍF miðvøllin í staðin fyri Frank Poulsen.
Heini í Skorini hjá B36 hevur havt rimmar fríspark á tvørtræið aftanfyri Jákup Mikkelsen, og Jákup á Borg misnýtti risa møguleika, tá ið hann var einsamallur við ÍF málverjanum. Hann kundi havt spælt upp á tvørs til púra leysa Lukasz Cieslewicz.
B36 er leikliga greitt omaná.
60 min.
1-0
Tað hevur verið væl meiri intensivt eftir steðgin, enn tað var í 1. hálvleiki.
B36 spælir nógv við at seta rangstøðufelluna. Ofta hevur tað verið tepurt, men higartil hevur tað eydnast væl.
46 min.
1-0
ÍF hevur sett Bartal Eliasen fram í álopið, og Høgni Zachariasen er fluttur inn í miðverjuna.
Hálvleikur
45 min.
1-0
Bartal Eliasen hjá ÍF hevur sæð gult eftir fríspark ímóti Lukasz Cieslewicz, sum ofta hevur verið merkiliga leysur.
40 min.
1-0
Nú gongur tað javnt fyri seg, men hvørki liðið hevur spælt seg til málmøguleikar.
30 min.
1-0
Fuglfirðingar hava ikki givið skarvin yvir, hóast teir hava fingið mál ímóti sær. ÍF hevur havt leikliga yvirvág í álopspartinum, eftir at B36 legði seg á odda, og Dánjal á Lakjuni hevur havt góða roynd, sum Jonas Flindt Rasmussen akkurát blokeraði til horna.
25 min.
1-0
Vinstri vongverji hjá heimaliðnum, Símun Joensen, hevur við høvdinum smekkað bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen eftir innlegg úr høgru. Talan var um sera væl spælt álop.
20 min.
0-0
Fuglfirðingar eru væl upplagdir, og tað sást ikki, at talan er um toppliðið, sum hevur vitjan av teimum næstaftastu.
ÍF hevur fleiri ferðir verið í B36 brotsteiginum, men higartil hevur tað ikki eydnast ÍF at spæla seg til upplagdan møguleika.
10 min.
0-0
B36 hevur havt ein stóran møguleika, men eftir innlegg úr høgru var Heini í Skorini akkurát ov stuttur.
Jákup Mikkelsen er aftur í ÍF málinum.
Broytingarnar, sum ÍF hevur gjørt - at Jan Ó. Ellingsgaard er fluttur fram á miðvøllin í vinstru, og at Bogi Løkin er fremsti maður - tykjast rigga væl. ÍF spælið hongur væl saman.
B36-ÍF kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Róaldur Jacobsen, Atli Danielsen, Klæmint Matras, Heini í Skorini - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Uni Reinert Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Aleksandar Jovevic, Nenad Saric, Høgni Zachariasen - Bogi Løkin
----
Liðugt!
1-0
90 min.
1-0
Tað er rættuligt lív í á Svangaskarði, har dómarin hevur lagt fýra minuttir aftrat. Spentar støður hava verið í báðum endum.
75 min.
1-0
B68 hevur lagt seg á odda eftir fríspark. Miðvallarin Jann Ingi Petersen sendi av brotsteigarmarkinum á tvørtræið, og vongverjin í vinstru, Niclas Joensen, var fyrstur á returbóltinum, sum hann stútaði í málið.
Meiri lív er komið í, tí HB hevur spent álopsbogan.
65 min.
0-0
Hálvleikur
0-0
Talan hevur verið um ógvuliga fáar og eisini smáar møguleikar. Hvørgin málverjin hevur verið noyddur at spíla seg út.
25 min.
0-0
Talan hevur ikki verið um nógvar málmøguleikar. Tað tykist sum um, at báðir partar fyrst og fremst hugsa um at binda upp í verjupartinum.
B68-HB kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Ndende Adama Gueye, Christian Stokholm, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, André Olsen, Jann Ingi Petersen, Remi Langgaard - Kristian Anton Andreasen, Óli Olsen
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Tróndur Jensen - Jón K. Poulsen, Símun Samuelsen
----
Liðugt!
90 min.
1-4
B71 hevur minkað um munin við brotssparki, sum Bakari umsetti til mál.
65 min.
0-4
Páll Klettskarð, sum júst var komin á vøllin, økti beinanvegin til 4-0. Fyrstu løtuna eftir steðgin spenti B71 álopsbogan fyri at koma fyri seg aftur eftir tvey mála Víkinga leiðslu í 1. hálvleiki, men nú er greitt, at stigini fara norður um fjørðin, og tískil ræður hjá B71 um at arbeiða fyri at talan ikki verður um orduligt skrædl.
0-3
Símin Hansen, sandoyingurin hjá Víkingi, hevur við fínum skoti sent bóltin framvið Símun Rógva Hansen í B71 málinum.
Hálvleikur
0-2
Sam Jacobsen umsetti tveir minuttir undan steðginum brotsspark til mál.
B71 misti í sama sambandi annan miðverjan, sum var rikin av vølli, og harvið eru fyritreytirnar hjá B71 vánaligar, nú liðini fyrireika seg til 2. hálvleik.
25 min.
0-1
Finnur Justinussen stútaði við handara stólpa, eftir at Bárður Hansen, sum í dag er vongverji í høgru, hevði sent innfyri.
Spælbýtið hevur verið hampuliga javnt, og talan er ikki um nógvar málmøguleikar.
B71-Víkingur
Dómari: Lars Múller
B71:
Víkingur: