ÍF hevur mist oddasessin

Sjey dagar. So leingi vóru fuglfirðingar á oddasessinum í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Tað eydnaðist ikki ÍF at vinna á Svangaskarði í dag, har stríðshugaðu toftamenninir bardu seg til málleysan javnleik. Gestirnir úr Fuglafirði vóru við yvirlutan størsta partin av dystinum, men teir tóku ikki av møguleikunum.

 

EB/Streymur er nú aftur oddalið. Sundalagsmenn vunnu 3-2 í Sarpugerði á Víkingi, og nú er tað aftur EB/Streymur, sum kann avgera meistaraheitið. Kravið er at vinna næstu tveir dystirnar.

 

TB tók eitt stórt fet nærri enn einum kappingarári í bestu deildini, tá tvøramenn vunnu 1-0 við Løkin í Runavík. Tað var spælandi venjarin Milan Kulic, sum skifti seg sjálvan inn miðskeiðis í seinna umfarinum, sum skeyt sigursmálið. TB er nú trý stig frá niðurflytingarstrikuni - seks stig eru eftir at spæla um.

 

Úrslitini í dag:

 

B68 - ÍF 0-0

VÍKINGUR - EB/STREYMUR 2-3

FC SUÐUROY - HB 0-4

KÍ - B36 3-4

NSÍ - TB 0-1

 

Stigatalvan:

 

1. EB/Streymur - 52 stig

--------------------------------

2. ÍF - 50 stig

3. KÍ - 42 stig

4. HB - 41 stig

5. Víkingur - 41 stig

6. B36 - 36 stig

7. NSÍ - 30 stig

8. TB - 24 stig

--------------------------------

9. B68 - 21 stig

10. FC Suðuroy - 9 stig

 

 

--------------------------------------------------------------------------------------

 

B68 – ÍF 0-0 (0-0)

Svangaskarður, Toftir

 

94 Liðugt á Svangaskarði! Einki mál kom. ÍF hevur við hesum úrslitinum mist oddasessin.

89 ÍF spennir álopsbogan nú! Bartal Eliasen er fluttur úr miðverjuni og fram í álopið.

88 Jann Ingi Petersen er útvístur! Miðvallarin fekk gult kort, hann hevði eitt frammanundan, og hann fekk tí reytt!

82 Ein risa møguleiki til B68! Oddur Højgaard stóð væl fyri inni í fimm-metrinum, men hann stútaði á Jákup Mikkelsen!

73 ÍF er við yvirlutan og hevur verið nær við fleiri ferðir. Dánjal á Lakjuni, Clayton Soares og Bartal Eliasen hava roynt seg, men bólturin vil ikki inn! Toftamenn stríðast fyri lívinum.

65 Fuglfirðingar leggja nógv fyri nú. ÍF hevur sett B68 undir støðugt trýst!

56 ÍF var nær við! Thomas Asmussen rann við bóltinum og kom inn í brotsteigin. Hann sendi bóltin fyri føturnar á Høgna Madsen, sum smekkaði til, men Hans Jørgensen vardi við. Nú er lív í dystinum!

50 Tað er ÍF, sum hevur lagt bragdligari fyri í seinna hálvleiki. Fuglfirðingar hava havt nøkur hornaspørk, men enn er Hans Jørgensen, sum verjir málið hjá B68, ikki settur undir veruligt trýst. Fyrsta útskiftingin hevur verið. Ibrahim Camara fór út. Óli Olsen kom í hansara stað.

46 So er seinna umfarið byrjað!

 

46 Hálvleikur á Svangaskarði. Fáir málmøguleikar hava verið. Tann størsti var Clayton Soares, sum stóð væl fyri eftir fáum minuttum. Annars hevur dysturin verið javnur.

33 Stríðshugaðu toftamenninir bíta frá sær. ÍF legði bragdliga fyri, men heimaliðið hevur verið meira á bóltinum nú. Onkrir møguleikar hava verið, men ikki nakað, sum hevur verið nær við at givið mál.

19 Gestirnir úr Fuglafirði vóru við yvirlutan fyrstu løtuna, men toftamenn royna nú eisini at bíta frá sær. Enn hava fáir upplagdir møguleikar verið.

9 Clayton Soares var nær við! Nenad Saric hevði runnið seg í góða støðu, tá hann fekk bóltin, og spældi bóltin fyri føturnar á Clayton Soares. Óansaði framherjin hevði bæði pláss og tíð, men sendi upp um málið!

8 Fuglfirðingar hava havt bóltin í málinum hjá B68, men dómarin floytaði fyri rangstøðu. Bartal Eliasen stútaði í netið, men Clayton Soares var rangstaddur.

5 Bill Mc. Jacobsen hevur broytt uppstillingina hjá toftamonnum. Ndende spælir í miðverjuni í dag, meðan Jóhan Dávur Højgaard er verjukendur miðvallari. Christian Høgni Jacobsen, sum hevur verið fremsti maður í ár, spælir í vinstra borði.

1 Dysturin er byrjaður!

Undan dystinum: ÍF miðjar eftir gullinum. Tað staðfestir Flemming Christensen í viðtalu við bold.dk.

 

- Eg eri ovfarin av, at vit hava rokkið so langt. Nú er tað upp til okkum sjálvar at avgera hetta. Spælararnir eru sjálvandi spentir, men vit vita, at tað verður torført, nú tað er so lítið eftir av kappingini, og støðan er, sum hon er, sigur hann og heldur fram:

 

- Vit hava nú B68 á Toftum, FC Suðuroy í Vági og so HB á heimavølli á seinasta leikdegi. Felags fyri hesi liðini er, at vit hava vunnið tvær ferðir á teimum fyrr í ár. Hetta hugsa viðhaldsfólkini sjálvandi nógv um, men tað vil ikki siga, at vit vinna seinastu dystirnar uttan stríð. Nú spæla mekanismur inn. Bæði hjá okkum, nú vit eru so nær meistaraheitinum, og hjá mótstøðuliðunum, sum annaðhvørt spæla frítt ella stríðast fyri at varðveita sætið í deildini, sigur Flemming Christensen.

 

Toppliðið hevur nógvur tær seinastu ferðirnar havt Karl Løkin og Høgna Madsen á verjukendu miðvallarplássunum frammanfyri krútsterku miðverjarnar Bartal Eliasen og Høgna Zachariassen. Á Svangaskarði í dag er neyðugt at finna aðra loysn. Karl Løkin sá ímóti NSÍ síðsta sunnudag gula kortið fyri fimtu ferð í ár, og tí er hann leikbannaður ímóti B68.

 

Hjá B68, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini, er Einar T. Hansen leikbannaður. Jann Ingi Petersen og Jónleif Højgaard eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í Gundadali. Emmanuel Ukpai, sum spældi síðstu løtuna ímóti HB, varð skaddur undir venjing fyrr í vikuni, og hann verður ikki við ídag. Ibrahima Camara var á beinkinum sunnudagin. Tað er møguleiki fyri, at hann kemur á vøllin ímóti ÍF.

 

Í 2. umfari vann ÍF 2-0 á Svangaskarði.

 

--------------------------------------------------------------------------------------

 

KÍ – B36 3-4 (2-2)

Djúpumýra, Klaksvík

0-1: Rasmus Dan Sørensen, 21.

0-2: Súni Olsen, 25.

1-2: Páll Klettskarð, 28.

2-2: Andy Olsen, 39.

2-3: Atli Danielsen, brts., 50.

2-4: Lukasz Cieslewicz, 55.

3-4: Páll Klettskarð, 86.

 

93 Dysturin er liðugur - B36 vann 4-3.

86MÁÁÁLL!! 3-4! KÍ hevur minkað um munin!

75 KÍ roynir at svara aftur, men B36 tykist hava tamarhald á støðuni. Tað er ikki líkt til, at klaksvíkingar fáa nakað burturúr hesum dystinum.

55MÁÁÁLL!! 4-2 til B36! Lukasz Cieslewicz økti um leiðsluna eftir trunkaspæl í brotsteiginum.

50MÁÁÁLL!! 3-2 til B36! Andras Gango feldi ein mótspælara, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Atli Danielsen var tryggur úr ellivu metrum.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður!

 

46 Hálvleikur í Klaksvík. Fýra mál og nógvir møguleikar siga alt um leikgongdina. Tað er undirhaldandi í Klaksvík!

39MÁÁÁLL!! 2-2! Ísak Simonsen og Heðin á Lakjuni spældu seg ígjøgnum í vinstra borði, tá Heðin á Lakjuni sendi bóltin innfyri málið, har Andy Olsen var staddur og sendi bóltin í málið.

28MÁÁÁLL!! Nú er 2-1! Ísak Simonsen settið ferð á í høgra borði og sendi bóltin innfyri málið, har Páll Klettskarð stýrdi kúluni í netið.

25MÁÁÁLL!! 2-0 til B36! Lukasz Cieslewicz sneiddi tveir mótstøðumenn av og sendi bóltin fyri føturnar á Súna Olsen, sum økti til 2-0!

21MÁÁÁLL!! 1-0 til B36! Rasmus Dan Sørensen hevur lagt gestirnir á odda. Ungi framherjin kom inn í brotsteigin, og hann smekkaði bóltin upp undir nettakið.

20 KÍ hevur verið við yvirlutan fyrstu løtuna. Heimaliðið hava havt nakrar ásóknir á málið hjá Meinhardt Joensen, sum verjir málið hjá B36, men enn hevur tað ikki av álvara verið vandamikið.

1 Dysturin er byrjaður!

Undan dystinum: Spurningurin er, um klaksvíkingar, sum stríðast fyri europeiskari luttøku, hesa ferð megna tað á heimavølli ímóti B36, sum teir ikki hava megnað í fýra ár.

 

B36 er nummar seks, og møguleikin fyri at røkka fimta plássinum og harvið einum heimadysti eyka næsta kappingarár er ikki serliga sannlíkur. Heldur er møguleikin størri fyri, at sætta plássið skal gleppa árstalsfelagnum av hondum og fara til NSÍ.

 

KÍ hevur fokus á at varðveita bronsuplássið og harvið at vinna rættin næsta ár at taka lut í europeisku kappingunum. Bæði Víkingur og HB liggja framvið, og tí er alneyðugt at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti B36.

 

Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur tað verið soltið á heimavølli ímóti B36. Í 2. umfari vann B36 2-0 í Klaksvík, og heldur ikki í fjør eydnaðist tað klaksvíkingum á heimavølli at fáa bóltin framvið fyrrverandi liðfelaga teirra í B36 málinum Meinhardti Joensen. Úrslitini í Klaksvík í fjør vóru 2-0 og 3-0 til B36. Síðst KÍ vann stig á heimavølli ímóti B36 var í 2009, tá ið tað í 12. umfari endaði 2-2. Síðstu heimasigrarnir á B36 vóru í 2008, tá ið úrslitini vóru 2-0 og 2-1.

 

Hjá KÍ hevur miðverjin Jógvan Isaksen fimm gul kort á kontuni, og tískil er hann leikbannaður. Tað er merkisvert, tí umframt málverjan Andras Gango er Jógvan Isaksen einasti KÍ spælarin, sum hevur verið á vøllinum allar minuttirnar higartil í ár. Ivan Joensen er leikbannaður aftur hesa ferð.

 

Hjá B36 er Súni Olsen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið leikbannaður tríggjar ferðir. Símun Hansen er framvegis leikbannaður og Dánjal Rói Olsen er skaddur. Heini í Skorini og Rasmus Dan Sørensen fóru skaddir av vøllinum ímóti FC Suðuroy, men tað skilst,at teir eru tøkir í dag.

 

--------------------------------------------------------------------------------------

 

NSÍ – TB 0-1 (0-0)

Við Løkin, Runavík

0-1: Milan Kulic, 73.

 

92 Dysturin er liðugur - TB vann 1-0!

73MÁÁÁLL!! 1-0 til TB! Tað var eftir snarálop, at spælandi venjarin Milan Kulic, sum hevur skift seg sjálvan inn, kom at standa einsamallur við Kristian Joensen. Eitt sera umráðandi mál!

55 Gongdin er tann sama. NSÍ er meira á bóltinum, og gestirnir stríðast væl.

46 Seinna umfarið er byrjað!

 

46 Hálvleikur í Runavík.

43 Enn málleyst í Runavík. NSÍ hevur verið við yvirlutan í fyrra umfarinum, og nakrir møguleikar hava verið. Klæmint A. Olsen var sera nær við, men málverjin hjá TB vardi væl fyri.

20 Tað hava enn ikki verið stórvegis møguleikar við Løkin. NSÍ hevur verið meira á bóltinum, men gestirnir stríðast væl. Heimaliðið hevur havt nógv hornaspark, men enn hevur vandi ikki verið á ferð.

1 Dysturin er byrjaður!

Undan dystinum: Sambært Suðuroyarportalinum hava málverjin Ivan Stojkovic og miðvallarin Rógvi Joensen í vikuni, sum fór, skrivað undir nýggjar sáttmálar við TB. Bæði teir og felagið vóna og rokna við, at tað eisini næsta ár verður í fremstu røð, at TB skal spæla.

 

Í dag skal TB spæla fyri lívinum í Runavík. Hóast heimaliðið ikki tykist hava so nógv at spæla fyri, so kenna teir sjálvir tað ikki soleiðis:

 

- Fremsta málið í ár hjá nýggju manningini var at sleppa undan niðurflytingini. Tí málinum hava vit tíbetur rokkið, men tað vil ikki siga tað sama, sum at kappingarárið er liðugt fyri okkara viðkomandi, sigur tryggi NSÍ málverjin Kristian Joensen, sum vísir á nýggja málið, ið hann og liðfelagarnir hava sett sær í trimum teimum síðstu umførunum:

 

- Málmunurin hjá okkum er eftir 3-1 tapið í Fuglafirði -3. Vit hava sett okkum fyri, at málmunurin skal vera positivur, tá ið 27. umfar er av. Tað er upp til okkum at gera tað av. Um tað fer at røkka til meiri enn 7. plássið fer tíðin at vísa.

 

Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbannið i Fuglafirði. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Andras Frederiksberg. Gula kortið, sum hann sá í Fuglafirði seytjan minuttir undan leikloki, var tað fimta í ár, og tí er hann leikbannaður.

 

Hóast stigatalvan boðar frá, at TB framvegis er í tungum sjógvi, so er lagið gott, og avrikini seinastu vikurnar hava vitnað um, at spælararnir stríðast fyri møguleikanum. Tapið í Vági og tepra heimatapið ímóti ÍF vóru dyggir smeitir, men eftir javnleik í Klaksvík og á heimavølli ímóti Víkingi tykist liðið vera komið á beint aftur:

 

-Vit hava spælt tveir góðar dystir, og vit trúgva upp á tað. Nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu halda fram í bestu deildini, og tí møguleikanum ætla vit at taka av, sigur liðformaðurin Óli Johannesen, sum hevur tikið sera stóra ábyrgd á seg.

 

Allir TB spælararnir eru klárir at fara um Suðuroyarfjørð og til Ruanvíkar.

 

Tá ið TB í 2. umfari var við Løkin, vann heimaliðið 2-0.

 

--------------------------------------------------------------------------------------

 

FC SUÐUROY – HB 0-4 (0-2)

Á Eiðinum, Vágur

0-1: Christian R. Mouritsen, 14.

0-2: Fróði Benjaminsen, 18.

0-3:

0-4:

 

88MÁÁÁLL!! 4-0 til HB!

84MÁÁÁLL!! 3-0 til HB!

80 Støðan er tann sama. HB hevur tamarhald á støðuni, og FC Suðuroy hevur lítið at bjóða.

65 Tað er ikki serliga undirhaldandi í Vági. HB hevur fult tamarhald á støðuni, og FC Suðuroy hevur lítið og einki at svara aftur við.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður!

 

46 Hálvleikur! Dysturin á Eiðinum er tamur. HB kom á odda beinanvegin og tykist hava greitt sín setning. FC Suðuroy hevur ikki roynt at svara aftur, og gestirnir vilja mest sum bara koyra sigurin í hús.

18MÁÁÁLL!! 2-0 til HB! Fróði Benjaminsen royndi seg av brotsteigarmarkinum, og miðvallarin økti til 2-0!

14MÁÁÁLL!! 1-0 til HB! Eftir gott uppspæl kom Christian R. Mouritsen at standa fríur í brotsteiginum, og hann ivaðist ikki, tá hann fekk møguleikan!

1 Dysturin er byrjaður!

Undan dystinum: Hjá FC Suðuroy snýr tað seg um at hava so nógv stig sum møguligt við niður í næstbestu deildina.

 

Tað er framvegis møguleiki fyri, at HB skal kvalifisera seg til altjóða fótbólt næsta summar. Møguleikin er fyrst og fremst treytaður av, at tað fæst full úrtøka burtur úr í trimum teimum síðstu umførunum, og at KÍ og Víkingur ikki vinna fulla úrtøku. Sunnudagin tók HB seg nærri altjóða luttøkuni, tí tá vóru bæði KÍ og Víkingur partur av javnleiki.

 

Í dag fer HB til Vágs, har tað í 2. umfari eydnaðist at vinna 1-0 við máli, sum Hallur Hansson skoraði, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.

 

Bæði HB og FC Suðuroy spældu í Gundadali síðsta sunnudag. HB vann 4-0 á B68, og FC Suðuroy tapti 3-1 fyri B36.

 

-Vit spæla fyri at vinna so nógv stig, sum vit kunnu, áðrenn vit fara í 1. deild. Tað hevur týdning fyri fyrireikingarnar til næsta kappingarár, segði Palli Augustinussen eftir tapið í Gundadali.

 

Bæði FC Suðuroy og HB hava teir somu tøkar, sum spældu síðsta vikuskiftið.

 

--------------------------------------------------------------------------------------

 

VÍKINGUR - EB/STREYMUR 2-3 (0-2)

Sarpugerði

0-1: Levi Hanssen, 21.

0-2: Arnbjørn Hansen, 29.

0-3: Arnbjørn Hansen, 67.

1-3: Sjálvmál, 88.

2-3: Hjartvard Hansen, 90.

 

94 Liðugt! EB/Streymur vann 3-2! Tað var í tráð við leikgongdina, at sundalagsmenn vunnu øll stigini og eisini oddasessin. Víkingur royndi at trýsta seinastu løtuna, og heimaliðið fekk tvey mál, men verandi steypavinnararnir komu ikki nærri.

93 Heimaliðið hevur lagt nógv fyri seinastu løtuna, og nú eru gestirnir undir trýsti.

90MÁÁÁLL!! Nú er 2-3! Víkingur ger eina seinastu roynd at fáa stig. Hjartvard Hansen hevur skorað!

88MÁÁÁLL!! Nú er 1-3! Ein sundalagsmaður var óheppin og beindi bóltin í egi net.

67MÁÁÁLL!! 3-0 til EB/Streym! Sorin Anghel sendi innfyri úr vinstru, har Arnbjørn Hansen smekkaði bóltin í netið!

55 Tað er Víkingur, sum hevur lagt bragdligari fyri í seinna hálvleiki. Tað tykist sum, at Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, hevur tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum.

46 Seinna umfarið er byrjað!

 

46 Nú er hálvleikur í Sarpugerði!

44 EB/Streymur hevur tamarhald á støðuni. Heimaliðið hevur ikki havt stórvegis at svara aftur við, síðan gestirnir komu á odda. EB/Streymur spælir væl.

29MÁÁÁLL!! 2-0 til EB/Streym! Levi Hanssen, sum hevur verið eyðsýndur, spældi Arnbjørn Hansen frían móti málverjanum, og framherjin var tryggur sum altíð!

21MÁÁÁLL!! 1-0 til EB/Streym! Levi Hanssen kom í skotstøðu, tá Hans Pauli Samuelsen spældi hann frían, og miðvallarin ivaðist ikki!

12 Enn 0-0 í Sarpugerði. Vindurin darvar spælinum nakað, har gestirnir úr EB/Streymur hava vindin undan. Víkingur var meira á bóltinum fyrstu løtuna, men sundalagsmenn hava ressast nú. Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, hevur verið nær við. Annars hava ikki stórvegis møguleikar verið.

1 Dysturin er byrjaður!

Undan dystinum: Skal tað enn eina ferð enda við, at EB/Streymur missir FM á stokkinum?

 

Tað er spurningurin, nú ÍF hevur tikið leiðsluna, og EB/Streymur, sum hevur verið á odda nógvu tey síðstu umførini, er dottið niður á 2. plássið. Harvið er undan dagsins umfari sannlíkið størst fyri, at tað skal enda við silvurkrónum soleiðis, sum tað hevur øll árini síðani 2006, burtursæð frá í 2008, tá ið teir í Sundalagnum vunnu fyrsta og higartil einasta meistaraheitið.

 

-Vit mugu ásanna, at tað nú ikki er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meistarar. Vit mugu fokusera á okkara avbjóðingar, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá ÍF, sum hevur verið ógvuliga støðugt síðani undan summarsteðginum, staðfesti Egil á Bø, liðformaður í EB/Streymi eftir javnleikin ímóti KÍ.

 

Veruleikin er nú, at um tað ikki eydnast EB/Streymi at vinna í Sarpugerði, og um tað eydnast ÍF at vinna á Svangaskarði, so kunnu fuglfirðingar við sigri í Vági í næstsíðsta umfari so at siga tryggja sær FM heitið, áðrenn teir í síðsta umfari taka ímóti HB. Tí er tað stórt trýst á EB/Streymi undan vitjanini í Gøtu.

 

- At vit hava megnað silvurmerkini øll árini síðani 2006 og gull í 2008 eru sjálvandi góð úrslit. Men eingin ivi skal vera í, at vit fegnir vilja verða meistarar, og vit fara at gera alt, sum vit megna fyri at røkka málinum. Um tað ikki eydnast, so er tað tí, at ÍF hevur uppiborið FM heitið, staðfestir Egil á Bø.

 

Tølini siga, at tað er strevið hjá sundalagsmonnum ímóti Víkingi. Í 2. umfari vann Víkingur heimadystin 2-1, og í 13. umfari fór Víkingur úr Streymnesi við 1-0 sigri, og so var tað steypafinalan, har tað eydnaðist Víkingi at svara aftur fleiri ferðir – í vanligu leiktíðini, í longdu leiktíðini og í brotssparkskappingini.

 

Seinastu vikurnar hevur tað ikki roynst so væl hjá Víkingi, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari.

 

-Hóast vit taptu á heimavølli ímóti ÍF og spældu javnt á útivølli ímóti TB, so eri eg heilt væl nøgdur við leikliga avrikið. Men tað eru málini, sum telja, og tá ið vit ikki megna at vinna úrtøku burtur úr møguleikunum og at vinna fulla úrtøku, so ber tað ikki til at vinna seg upp á toppin, ásannar Jógvan Martin Olsen.

 

Í báðum legunum verður sagt, at somu spælarar eru tøkir, sum síðsta vikuskifti vóru partar av javnleikunum í Trongisvági og við Margáir.