ÍF hevur sett nýggjan venjara

Jákup Mikkelsen heldur fram saman við kendum fótbóltsspælara í Fuglafirði

So er tað avgjørt, hvør ella rættari hvørjir skulu hava ábyrgdina av ÍF liðnum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Tað veit fjepparasíðan á facebook hjá ÍF at siga í kvøld.

Jákup Mikkelsen hevur havt ábyrgdina, síðani Jógvan Martin Olsen legði frá sær, og tað hevur gingið upp á stás hjá Jákupi. Síðani hann tók við ábyrgdini hevur ÍF spælt tveir landskappingardystir og vunnið teir báðar – ímóti B68 og HB.

 

Meðan hini toppliðini hava havt fokus á fjórðingsfinaluni í steypakappingini, hevur ÍF nevndin funnið fram til, hvussu venjaratoymið skal skipast restina av hesum kappingarárinum. Eingin orsøk var at fremja stórar broytingar. Tó var neyðugt at fáa ein mann aftrat Jákupi Mikkelsen, sum ikki enn hevur lokið útbúgvingina, ið er kravd hjá venjarum í bestu deildini.

 

Fyrrverandi ÍF spælarin, Símun Eliasen, er nú venjari í Fuglafirði saman við Jákupi. Símun hevur hægstu útbúgving, og tí verður tað hann, sum hevur høvuðsábyrgdina. 41 ára gamli Símun Eliasen hevur nógvar royndir sum venjari. Í 2011 tók hann ábyrgdina av ÍF liðnum í summarsteðginum. Í trý ár hevur hann havt ábyrgdina av fyrstu deildarliðnum hjá HB, og síðsta kappingarár og higartil í ár hevur hann vant U-18 dreingirnar hjá B36.

 

Í níti árunum spældi Símun við ÍF og aftur í 2001, 2005-2006 og 2008. Hann spældi við HB í fleiri ár, og so hevur hann eisini umboðað KÍ, EB/Streym og FC Hoyvík.

 

Fyrsta avbjóðingin hjá nýggja venjaraparinum í Fuglafirði verður hóskvøldið, tá ið ÍF fær vitjan av NSÍ.